Men tá ið Sául hoyrdi hesi tíðindi, kom andi Guðs yvir hann, og øgilig vreiði kom í hann. Hann tók tveir oksar og høgdi teir í nógvar lutir, ið boðberar bóru um alt Ísraels land og søgdu: «Soleiðis skal verða gjørt við oksar alra teirra, ið ikki vilja fylgja Sáuli og Sámueli í bardaga!» Tá kom ótti Harrans á fólkið, so at teir allir fylgdu í ferðini.