YouVersion Logo
Search Icon

Efesusbrævið 3

3
Paulus kallaður til at boða Guðs loyndardóm: At heidningar skulu eiga fullan part í frelsuni við Kristi
1Tess vegna er tað, at eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkara skuld, tit heidningar – 2um tit annars hava hoyrt um húshaldið við teirri Guðs náði, sum mær varð givin viðvíkjandi tykkum, 3at við opinbering varð loyndardómurin kunngjørdur mær, soleiðis sum eg frammanfyri stutt havi skrivað, 4so at tit av tí, tá ið tit lesa tað, kunnu skyna um fatan mína av loyndardómi Krists, 5sum í fornum tíðum ikki varð kunngjørdur mannabørnunum, soleiðis sum hann nú er opinberaður hansara heilagu ápostlum og profetum í andanum: 6at heidningarnir eru samarvingar og samlimir og samluttiknir í fyrijáttanini í Kristi Jesusi við gleðiboðskapinum, 7sum eg eri vorðin tænari fyri, samsvarandi teirri Guðs náðigávu, sum mær er givin við kraftini í mátti hansara. 8Mær, hinum allarminsta av øllum heilagum varð henda náðin givin, at boða heidningunum gleðiboðskapin um hin órannsakanliga ríkdóm Krists, 9og at upplýsa allar um, hvussu tað er við húshaldinum við hesum loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið fjaldur í Guði, sum allar lutir hevur skapað, 10fyri at Guðs margfaldi vísdómur nú av kirkjuliðinum skuldi verða kunngjørdur valdunum og ráðunum á himnagrundum, 11samsvarandi hini ævigu fyriætlan, sum hann fullførdi í Kristi Jesusi, harra okkara, 12sum vit hava treysti okkara í og atgongd í lít við trúnni á hann. 13Tí biði eg, at tit ikki mega falla í fátt av trongdum mínum fyri tykkara skuld; tær eru heiður tykkara. –
Forbøn
14Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum, 15sum allur faðirskapur fær navn av á himnum og á jørð, 16at hann av dýrdar ríkidømi sínum má geva tykkum veldigliga at styrkjast við anda sínum í hini innaru menniskju tykkara, 17at Kristus má búgva við trúnni í hjørtum tykkara, 18so at tit, rótfestir og grundfestir í kærleika, mega verða førir fyri at fata saman við øllum hinum heilagu, hvat ið er breiddin og longdin og dýpdin og hæddin, 19og at kenna kærleika Krists, sum ber av øllum kunnleika, fyri at tit mega fyllast til alla fylling Guðs.
Lov til Guðs
20Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum, 21honum veri æra í kirkjuliðinum og í Kristi Jesusi gjøgnum allar ættir, um aldur og allar ævir! Amen.

Currently Selected:

Efesusbrævið 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy