at hann av dýrdar ríkidømi sínum má geva tykkum veldigliga at styrkjast við anda sínum í hini innaru menniskju tykkara, at Kristus má búgva við trúnni í hjørtum tykkara, so at tit, rótfestir og grundfestir í kærleika, mega verða førir fyri at fata saman við øllum hinum heilagu, hvat ið er breiddin og longdin og dýpdin og hæddin, og at kenna kærleika Krists, sum ber av øllum kunnleika, fyri at tit mega fyllast til alla fylling Guðs.