YouVersion Logo
Search Icon

Efesusbrævið 2

2
Áður deyðir í syndini, nú gjørdir livandi í Kristi
1Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum og syndum tykkara, 2ið tit áður livdu í samsvarandi tíðarháttinum í hesum heimi, eftir hansara lagi, sum valdar herliðinum í luftini, tí anda, sum nú er virksamur í børnum ólýdnisins, 3sum eisini vit øll áður livdu ímillum í holds girndum okkara, tá ið vit gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru vreiðinnar børn eins og eisini hinir; – 4men Guð, sum er ríkur í miskunn, hevur av sínum mikla kærleika, sum hann elskaði okkum við, 5eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi, – av náði eru tit frelstir! – 6og reist okkum upp saman við honum og givið okkum sæti saman við honum á himnagrundum í Kristi Jesusi, 7fyri at hann í komandi tíðum kundi sýna hin ómetaliga ríkdóm av náði síni við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi. 8Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva; 9ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær. 10Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Guð frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum.
Áður fremmandir fyri Guði, nú atgongd til faðirin
11Tess vegna skulu tit minnast til, at tit, sum áður vóru heidningar í holdi og vóru kallaðir óumskornir av hini sonevndu umskeringini í holdi, sum er gjørd við hond, 12at tit í teirri tíðini vóru uttan fyri Krist, útistongdir frá borgaraskapi Ísraels og fremmandir fyri sáttmálunum við fyrijáttan teirra, uttan vón og uttan Guð í heiminum. 13Men nú, í Kristi Jesusi eru tit, sum áður vóru langt burtur, komnir nær til við blóði Krists. 14Tí at hann er friður okkara, hann sum sameindi báðar partar til eitt og breyt niður millumgarðin, sum gjørdi skilnað, 15fíggindskapin, tá ið hann í holdi sínum tók av lógina við boðorðum og skipanum, til tess at hann í sær kundi skapa teir báðar til eina nýggja menniskju, við tað at hann íbirti frið, 16og at gera teir báðar sáttar í einum likami við Guð við krossinum, við tað at hann á honum sló fíggindskapin í hel. 17Og hann kom og boðaði frið fyri tykkum, sum langt burtur vóru, og frið fyri teimum, sum nær vóru. 18Tí at við honum hava vit báðir partar í einum anda atgongd til faðirin. 19So eru tit tá ikki longur fremmandir og útlendingar, men tit eru samborgarar við hinum heilagu og Guðs húsfólk, 20uppbygdir á grundvøll ápostlanna og profetanna, meðan Kristus Jesus sjálvur er hornasteinurin, 21sum hvør bygningur verður samanbundin við og veksur upp til eitt heilagt tempul í Harranum, 22sum eisini tit verða samanbygdir í til ein Guðs bústað í andanum.

Currently Selected:

Efesusbrævið 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy