YouVersion Logo
Search Icon

Efesusbrævið 4

4
Paulus áminnir at varðveita einleika andans
1Eg áminni tykkum tí, eg hin bundni í Harranum, til at liva soleiðis, sum hóskandi er fyri ta kallan, sum tit vórðu kallaðir við, 2við øllum lítillæti og spakføri og langmóði, so at tit umbera hvør annan í kærleika, 3og leggja tykkum eina við at varðveita einleika andans í bandi friðarins. 4Eitt likam og ein andi, eins og tit eisini vórðu kallaðir til eina vón í kallan tykkara, 5ein harri, ein trúgv, ein skírn; 6ein Guð og faðir at øllum, hann sum er yvir øllum og gjøgnum alt og í øllum.
Náðigávurnar eru givnar til uppbyggingar av likami Krists
7Men einum og hvørjum av okkum varð náðin givin eftir tí máli, sum Kristus hevur mált honum gávu sína við. 8Tí verður tað sagt: «Hann fór upp til hæddar og førdi burtur fangar og gav monnunum gávur.» 9Men hetta «hann fór upp», hvat er tað annað enn tað, at hann eisini fór niður til hinar lægru partarnar á jørðini? 10Tann, sum fór niður, er eisini hin sami, sum fór upp, høgt upp um allar himnar, til tess at hann skuldi fylla alt. 11Og tað er hann, sum gav okkum summar til ápostlar, summar til profetar, summar til trúboðarar, summar til hirðar og lærarar, 12fyri at gera hini heilagu fullbúgvin, til at gera tænastu, til uppbyggingar av likami Krists, 13inntil vit allir samlir vinna fram til einleikan í trúnni og í kunnleikanum um son Guðs, til fulla mensku, til vakstrarmálið fyri fylling Krists, 14fyri at vit ikki longur skulu vera ómyndingar, sum kastast og rekast higar og hagar av hvørjum lærdóms vindi av falslótum manna, við svikum av ilskuráðum teirra, sum eru í villu; 15men at vit, sannførir í kærleika, skulu í øllum lutum vaksa upp til hansara, sum er høvdið, Kristus, 16so at alt likamið, samanfest og samanbundið við einum og hvørjum liði, sum ger sítt gagn samsvarandi teirri kraft, sum hvørjum einstøkum luti er tilmáld, veksur likamsins vøkstur til uppbygging sína í kærleika.
Ávaring móti heiðinskapi
17Tí sigi eg hetta og vitni í Harranum, at tit ikki longur mega liva, eins og heidningarnir liva í fáfongd huga síns, 18myrktir sum teir eru í hugsunarhátti sínum, ókunnigir við lív Guðs vegna ta fákunnu, sum er í teimum og sum kemur av herðingini í hjarta teirra, 19við tað at teir dulir eru farnir út í ólevnað, til alskyns óreinskugerð í ágirnd. 20Men tit hava ikki á tílíkan hátt lært um Krist, 21um tit annars hava hoyrt um hann og eru upplærdir í honum, soleiðis sum sannleikin er í Jesusi: 22at tit, hvat ið hini fyrru atferð tykkara viðvíkur, skulu leggja av hina gomlu menniskju, sum verður spilt av hinum tølandi girndunum, 23men verða endurnýggjaðir í anda huga tykkara, 24og íklæðast hina nýggju menniskju, sum er skapað eftir Guði í rættlæti og heilagleika sannleikans.
Ávaring móti heidnum syndum, sum nevndar eru
25Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru limir hvør hjá øðrum. 26Um tit verða illir, tá syndið ikki! Sólin má ikki seta yvir illskap tykkara! 27Og gevið ikki djevlinum nakað føri! 28Tann, sum stjelur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri tað, sum gott er, við hondum sínum, so at hann kann hava nakað at geva tí, sum líður neyð! 29Eingin illavorðin tala komi út av munni tykkara, men slík, sum er góð til uppbyggingar, har sum tað gerst neyðugt, so at hon kann veita teimum náði, sum áhoyra. 30Og gerið ikki Guðs heilaga anda sorg, sum tit eru innsiglaðir við til endurloysingardagin! 31Allur beiskleiki og yvirhugi og illsinni og hávi og spottan veri langt burtur frá tykkum tillíka við øllum óndskapi! 32Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Guð hevur fyrigivið tykkum í Kristi.

Currently Selected:

Efesusbrævið 4: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy