YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Matteus 1

1
Ættartal Jesu
1Ættarbók Jesu Krists, Dávids sonar, Ábrahams sonar. 2Ábraham átti Ísak; og Ísakur átti Jákup; og Jákup átti Júda og brøður hansara; 3og Júda átti Peres og Sera við Támar; og Peres átti Hesron; og Hesron átti Rám; 4og Rám átti Amminadab; og Amminadab átti Náhson; og Náhson átti Salmon; 5og Salmon átti Bóas við Ráhab; og Bóas átti Óbed við Rut; og Óbed átti Ísai; 6og Ísai átti Dávid kong; og Dávid kongur átti Sálomon við konu Uriasar; 7og Sálomon átti Róboam; og Róboam átti Ábia; og Ábia átti Ása; 8og Ása átti Jósafat; og Jósafat átti Jóram; og Jóram átti Ussia; 9og Ussia átti Jótam; og Jótam átti Ákas; og Ákas átti Esekia; 10og Esekia átti Manasse; og Manasse átti Ámon; og Ámon átti Jósia; 11og Jósia átti Jekonja og brøður hansara um tað mundið, tá ið fólkið fór í útlegd til Bábylon. 12Men eftir útlegdina í Bábylon átti Jekonja Sealtiel; og Sealtiel átti Serubábel; 13og Serubábel átti Ábiud; og Ábiud átti Eljakim; og Eljakim átti Ásor; 14og Ásor átti Sádok; og Sádok átti Ákim; og Ákim átti Eluid; 15og Eliud átti Eleasar; og Eleasar átti Mattan; og Mattan átti Jákup; 16og Jákup átti Jósef, mann Mariu; og av henni varð Jesus, ið nevnist Kristus, borin í heim. 17Soleiðis eru allir ættarliðirnir frá Ábrahami til Dávids fjúrtan ættarliðir; og frá Dávidi til útlegdina í Bábylon fjúrtan ættarliðir, og frá útlegdini í Bábylon til Krists fjúrtan ættarliðir.
Føðing Jesu og navn
18Men við føðing Jesu Krists gekk tað soleiðis til: Tá ið Maria, móðir hansara, var trúlovað Jósefi, so kendist tað á henni, áðrenn tey komu saman, at hon var við barn av hinum heilaga anda. 19Men við tað at Jósef, maður hennara, var ein rættvísur maður og ikki vildi gera hana opinberliga til skammar, ætlaði hann í loyndum at skilja seg frá henni. 20Men meðan hann hugsaði um hetta, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri honum og segði: «Jósef, sonur Dávids! Óttast ikki fyri at taka Mariu, konu tína, til tín; tí at tað, sum hon ber undir belti, er av hinum heilaga anda. 21Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.» 22Men hetta hendi alt samalt, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av Harranum við profetinum, ið sigur: 23«Sí, moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel»; tað merkir: «Guð við okkum.» 24Men tá ið Jósef vaknaði upp úr svøvni, gjørdi hann, soleiðis sum eingil Harrans hevði boðið honum, og tók konu sína til sín. 25Men hann kom henni ikki nær, fyrr enn hon hevði átt son, og hann kallaði navn hansara Jesus.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy