YouVersion Logo
Search Icon

Dánjal 9:18-19

Dánjal 9:18-19 FB

Ja, legg tú, Guð mín, oyra títt við og hoyr og lat upp eygu tíni og síggj, hvussu vit og borgin, sum navn títt er nevnt yvir, liggja í oyði, tí at ikki í troysti á egið rættlæti koma vit fram fyri ásjón tína at bøna um náði, men í troysti á tína miklu miskunn. Harri, hoyr! Harri, fyrigev! Harri, gev í geyma, tak tær um reiggj og drála ikki fyri tínar egnu sakir, Guð mín; tí at navn títt er nevnt yvir borg tíni og yvir fólki tínum!»