Ámos 1:1-2
Ámos 1:1-2 FB
Tey orð, sum Ámos, ein av hirðunum frá Tekoa, skoðaði viðvíkjandi Ísrael á døgum Uzzia, Júdakongs, á døgum Jeróboams Jóassonar, Ísraels kongs, tvey ár undan landskjálvtanum. Og hann segði: Harrin ýlir av Zion, úr Jerúsalem hann letur rødd sína gella; hirðanna fløtur syrgja, og Karmels tindar følna.





