Ápostlasøgan 9:17-18
Ápostlasøgan 9:17-18 FB
Og Ánanias fór tá avstað og kom inn í húsið og legði hendurnar á hann og segði: «Saul, bróðir, Harrin hevur sent meg, Jesus, tann sum birtist fyri tær á veginum, sum tú komst, til tess at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur við heilagum anda.» Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl fra eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur; og hann stóð upp og varð doyptur.





