Ápostlasøgan 5:3-5
Ápostlasøgan 5:3-5 FB
Men Pætur mælti: «Ánanias, hví hevur Sátan fylt hjarta títt, so at tú hevur logið fyri hinum heilaga anda og hevur tikið burtur av peningavirðinum fyri jørðina? Var hon ikki tín, meðan hon var í tíni ogn, og hevði tú ikki ræði á søluvirðinum? Hví hevur tú tá í hjarta tínum sett tær hesa gerð fyri? Tú hevur ikki logið fyri menniskjum men fyri Guði.» Men tá ið Ánanias hoyrdi hesi orð, fell hann niður og gav upp andan. Og mikil ótti kom á øll tey, sum hetta hoyrdu.





