Ápostlasøgan 21
21
Paulus endar triðju prædikuferð sína. Hann kemur um Týrus
1Men tá ið vit høvdu slitið okkum frá teimum og vóru sigldir avstað, hildu vit beina leið til Kos, og næsta dagin til Rodus og haðan til Patara. 2Har hittu vit við eitt skip, sum skuldi fara yvir um til Fønikíu, og vit fóru so umborð í tað og sigldu avstað. 3Men tá ið vit høvdu fingið sýni av Kýpern og høvdu lagt hana aftur um okkum á bakborðssíðu, sigldu vit til Sýriulands og løgdu at landi í Týrus; tí at har skuldi skipið leggja farmin upp. 4Og tá ið vit høvdu leitað upp lærusveinarnar, vórðu vit verandi har sjey dagar; hesir søgdu av andanum Paulusi, at hann ikki skuldi fara niðan til Jerúsalem. 5Men tá ið vit høvdu verið har teir dagarnar at enda, fóru vit avstað og hildu leiðini longur fram, og teir allir, við konum og børnum, fylgdu okkum heilt út um staðin, og vit fullu á knæ í fjøruni og hildu bøn, 6og heilsaðu hvør øðrum; og vit fóru umborð í skipið, og hini vendu heim aftur til sín sjálvs.
Paulus kemur til Kesareu, har Agabus spáar honum fongsil í Jerúsalem
7Vit fullførdu nú siglingina og komu frá Týrus til Ptolemais; og vit heilsaðu brøðrunum og steðgaðu ein dag hjá teimum. 8Men dagin eftir fóru vit avstað haðan og komu til Kesareu, og vit fóru inn við hús hjá Filippusi evangelisti, sum var ein av teimum sjey, og vit vórðu verandi hjá honum. 9Hann átti fýra ógiftar døtur, sum profeteraðu. 10Men tá ið vit dvaldu har fleiri dagar, kom ein profetur oman frá Júdeu, Agabus at navni. 11Og hann kom til okkara og tók beltið hjá Paulusi og bant seg sjálvan um hendur og føtur og segði: «Hetta sigur heilagi andin: Tann mannin, sum hetta beltið eigur, skulu Jødarnir soleiðis binda í Jerúsalem og geva hann upp í heidna manna hendur.» 12Tá ið vit hoyrdu hetta, bóðu bæði vit og teir, sum har búðu, hann um ikki at fara niðan til Jerúsalem. 13Tá tók Paulus til orða og segði: «Hví gera tit hetta, at tit gráta og taka dirvið úr hjarta mínum? Tí at eg eri til reiðar ikki bert at verða bundin, men eisini at lata lívið í Jerúsalem fyri Harrans Jesu navns skuld.» 14Men tá ið hann ikki læt seg tala frá, tagnaðu vit og søgdu: «Verði vilji Harrans!»
Í Jerúsalem letur Paulus seg reinsa saman við fýra Jødum
15Tá ið hesir dagarnir vóru farnir, gjørdu vit okkum til og fóru niðan til Jerúsalem. 16Og nakrir av lærusveinunum úr Kesareu vóru í ferðini við okkum, og teir fóru við okkum til hansara, sum vit skuldu gista hjá, Mnason frá Kýpern, sum var gamal lærusveinur. 17Og tá ið vit komu til Jerúsalem, tóku brøðurnir við gleði móti okkum. 18Og dagin eftir gekk Paulus saman við okkum til Jákups, og allir hinir elstu komu hagar. 19Og tá ið hann hevði heilsað teimum, greindi hann teimum hvørt eftir annað alt tað, sum Guð hevði gjørt heidninganna millum við tænastu hansara. 20Men tá ið teir hoyrdu tað, lovaðu teir Guði, og teir søgdu við hann: «Tú sært, bróðir, hvussu mong túsund tað eru av Jødunum, sum hava tikið við trúgv, og allir eru teir vandnir um lógina. 21Men teir hava frætt um teg, at tú lærir allar Jødar, sum búgva heidninganna millum, fráfall frá Mósesi og sigur, at teir hvørki skulu umskera børnini ella fylgja siðunum. 22Hvat er tá at gera? (Ivaleyst man stór mannfjøld koma saman); tí at tey fáa at frætta, at tú ert komin. 23Ger tí nú hetta, sum vit siga tær. Her hjá okkum eru fýra menn, sum hava eitt lyfti á sær. 24Tak teir við tær og reinsa teg saman við teimum, og ber tú kostnaðin fyri teir, so at teir kunnu raka sær um høvdið; so kunnu tá øll skilja, at einki er í tí, sum tey hava frætt um teg, men at tú sjálvur eisini bert teg soleiðis at, at tú heldur lógina. 25Men viðvíkjandi teimum heidningunum, sum hava tikið við trúgv, hava vit sent bræv og gjørt av, at teir ikki skulu halda nakað tílíkt, men at teir bert skulu vara seg fyri skurðgudaofri og blóði og tí kvalda og hordómi.» 26Tá tók Paulus menninar við sær, og dagin eftir, tá ið hann hevði latið seg reinsa saman við teimum, gekk hann inn í halgidómin og segði frá, nær reinsunardagarnir skuldu vera á enda, tá ið ofrið skuldi verða borið fram fyri ein og hvønn teirra.
Jødar óðir og fongsla Paulus
27Men tá ið teir sjey dagarnir liðu at enda, fingu Jødar frá Ásiu at síggja hann í halgidóminum, og teir østu alla mannamúgvuna upp og løgdu hendur á hann, 28og rópaðu: «Tit, Ísraelsmenn, komið til hjálpar! Hetta er maðurin, sum allar staðir lærir øll móti fólkinum og lógini og hesum staði; og har aftrat hevur hann eisini ført Grikkar inn í halgidómin og gjørt henda heilaga staðin óreinan.» 29Tí at teir høvdu áður sæð Efesusmannin Trofimus í staðinum saman við honum, og hann hildu teir Paulus hava ført inn í halgidómin. 30Og allur staðurin kom í røring, og har varð samanlop av fólki, og teir tóku Paulus og drógu hann út úr halgidóminum, og alt fyri eitt vórðu dyrnar afturlatnar. 31Men meðan teir royndu at taka hann av lívi, vórðu boð send niðan til herhøvdingan fyri vaktarhaldinum, at heila Jerúsalem var í øsing. 32Hann tók alt fyri eitt hermenn og høvuðsmenn við sær og rann oman til teirra; men tá ið teir sóu herhøvdingan og hermenninar, góvust teir at berja Paulus. 33Herhøvdingin kom tá til og tók hann og beyð, at hann skuldi verða bundin við tveimum leinkjum; og hann spurdi hann, hvør hann var, og hvat hann hevði gjørt. 34Men summir í mannamúgvuni rópaðu eitt og summir annað; og tá ið hann ikki kundi fáa nakað reiðuliga at vita fyri óljóðinum, ið har var, beyð hann, at hann skuldi verða førdur inn í borgina. 35Men tá ið hann kom niðan í trappurnar, var tað soleiðis vorðið, at hermenninir máttu bera hann, slík var øðin í múgvuni. 36Tí at mannamúgvan fylgdi aftaná og rópaði: «Burtur við honum!» 37Men í tí at Paulus skuldi verða førdur inn í borgina, sigur hann við herhøvdingan: «Loyvist mær at tala eitt orð við teg?» Men hann segði: «Dugir tú grikskt? 38Ert tú meðni ikki tann Egyptin, sum eina tíð her fyri gjørdi uppreist og fór við fýra túsund drápsmonnum út í oyðimørkina?» 39Tá segði Paulus: «Eg eri Jødi, frá Tarsus, borgari í einum ikki ógitnum staði í Kilikíu. Men eg biði teg: Gev mær loyvi at tala til fólkið!» 40Og tá ið hann gav honum loyvi, steig Paulus fram á trappunum og bað sær ljóð hjá fólkinum við hondini. Og tá ið tað var vorðið heilt kvirt, talaði hann til teirra á hebráiskum máli og segði:
Currently Selected:
Ápostlasøgan 21: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society

: