Ápostlasøgan 19
19
Paulus kemur til Efesus, býr har í 2 ár, mong taka við trúgv
1Men tað bar so til, meðan Ápollos var í Korint, at Paulus, tá ið hann hevði ferðast um hinar ovaru landslutirnar, kom til Efesus og hitti har nakrar lærusveinar; 2og hann segði við teir: «Fingu tit heilagan anda, tá ið tit tóku við trúgv?» Men teir søgdu við hann: «Nei, vit hava ikki so mikið sum hoyrt, at heilagur andi er til.» 3Og hann segði við teir: «Hvørjum dópi eru tit tá doyptir við?» Teir søgdu: «Við dópi Jóhannesar!» 4Men Paulus segði: «Jóhannes doypti við umvendingar dópi, í tí hann segði við fólkið, at tey skuldu trúgva á tann, sum kom eftir hann, tað er á Jesus.» 5Men tá ið teir hoyrdu tað, lótu teir seg doypa til navns Harrans Jesu. 6Og tá ið Paulus legði hendurnar á teir, kom heilagi andin yvir teir, og teir talaðu við tungum og profeteraðu. 7Men teir vóru í alt okkurt um tólv menn. 8Og hann gekk inn í samkomuhúsið og í tríggjar mánaðir talaði hann har treystliga, við tað at hann samtalaði við teir og sannførdi teir um tað, sum hoyrir til Guðs ríki. 9Men tá ið nakrir forherðaðust og ikki vildu trúgva og talaðu ilt um vegin, so fjøldin av fólkinum hoyrdi, sleit hann felagsskap við teir og skildi lærusveinarnar frá teimum og helt dagliga samrøður í skúla Týrannusar. 10Og hetta vardi við í tvey ár, so at øll tey, sum búðu í Ásiu, fingu at hoyra orð Harrans, bæði Jødar og Grikkar. 11Og Guð gjørdi óvanlig kraftarverk við hondum Paulusar, 12so at fólk enntá tóku sveittadúkar ella svintur, sum hann hevði havt á kroppinum, og bóru tey til tey sjúku, og sjúkdómarnir viku frá teimum, og hinir illu andarnir fóru út úr teimum. 13Men eisini nakrir av teimum Jødum, sum struku um og mánaðu, tóku sær fyri at nevna Harrans Jesu navn yvir teimum, sum høvdu hinar illu andarnar, í tí teir søgdu: «Eg máni tykkum við tí Jesusi, sum Paulus prædikar!» 14Men teir, sum hetta gjørdu, vóru sjey synir hjá Skevas, einum høvuðspresti av jødiskari ætt. 15Men hin illi andin svaraði og segði við teir: «Jesus kenni eg, og Paulus veit eg um; men tit, hvørjir eru tit?» 16Og maðurin, sum hin illi andin var í, leyp á teir og fekk teir báðar undir seg og tuskaði teir so av, at teir flýddu naknir og særdir út úr húsinum. 17Men hetta varð kunnigt fyri øllum, bæði Jødum og Grikkum, sum búðu í Efesus, og ótti fell á tey øll, og navn Harrans Jesu varð hálovað. 18Og mong av teimum, sum høvdu tikið við trúgv, komu og gingu við og søgdu frá gerningum sínum. 19Og almong av teimum, sum høvdu gjørt gand, bóru bøkurnar saman og brendu tær, so øll sóu; og tey roknaðu saman virðið á teimum og fingu tað at vera fimmti túsund silvurpeningar. 20So veldiliga vaks og styrknaði orð Harrans.
Paulus ætlar sær til Makedóniu og Akkeu, sendir Timoteus og Erastus undan
21Tá ið hetta var liðugt, setti Paulus sær í andanum fyri at ferðast um Makedóniu og Akkeu og síðan at fara til Jerúsalem, og, segði hann: «Aftan á at eg havi verið har, eigi eg eisini at síggja Róm.» 22Og hann sendi til Makedóniu tveir av teimum, sum vóru honum til hjálpar, Timoteus og Erastus; men sjálvur steðgaði hann eina tíð í Ásiu.
Demetrius fær stóra uppreist í lag
23Men hesa tíðina gjørdist ikki lítil uppreist viðvíkjandi veginum. 24Tí at har var ein maður, Demetrius at navni; hann var silvursmiður; hann gjørdi Artemisar tempul úr silvuri og veitti smiðunum ikki lítlan vinning. 25Hesar kallaði hann saman og teir arbeiðismenn, sum arbeiddu við tílíkum, og segði: «Góðu menn, tit vita, at tað er av hesum arbeiði, at vit hava okkara góðu inntøku. 26Og tit síggja og hoyra, at ikki bert í Efesus, men at kalla um alla Ásiu hevur hesin Paulus við yvirtalan síni fingið villleitt ein stóran hóp av fólki, við tað at hann sigur, at tað ikki eru gudar, teir sum verða gjørdir við hondum. 27Men vandin er ikki bert tann, at hetta yrki okkara skal koma í ringt orð, men eisini, at templið hjá hini stóru gudinnu Artemis einki skal verða virt, og at hátign hennara verður spilt, sum øll Ásia og mannaheimurin dýrkar.» 28Men tá ið teir hoyrdu hetta, vórðu teir heilt illir og rópaðu og søgdu: «Mikil er Artemis Efesusmanna!» 29Og allur staðurin kom í røring og tey tustu øll sum eitt at leikhøllini og tóku við sær Gajus og Aristarkus, menn úr Makedóniu, ferðafelagar Paulusar. 30Tá ið Paulus vildi fara inn í mannatrongdina, vildu lærusveinarnir ikki loyva honum tað. 31Men nakrir av Ásiarkunum, sum vóru vinmenn hansara, sendu eisini boð til hansara og bóðu hann um ikki at hætta sær inn í leikhøllina. 32Summi rópaðu tá eitt og summi annað; tí at ørskapur var í samkomuni, og tey flestu vistu ikki, av hvørji orsøk tey vóru saman komin. 33Men tey drógu Aleksander út úr flokkinum, av tí at Jødarnir skúgvaðu hann fram. Men Aleksander gjørdi tekin við hondini at fáa ljóð og vildi halda eina varnarrøðu fyri fólkinum. 34Men tá ið tey fingu at vita, at hann var Jødi, varð eitt einmælt róp á øllum, og út ímót tveimum tímum rópaðu tey: «Mikil er Artemis Efesusmanna!» 35Men býskrivarin fekk flokkin at sissast og segði: «Efesusmenn, hvør er tann maður, sum ikki veit, at staður Efesusmanna er tempulverji fyri hina miklu Artemis og hina himinfalnu mynd? 36Tá ið nú hetta ikki kann verða mælt ímót, so eiga tit at vera hóvligir og ikki at leypa framav. 37Tí at tit hava ført hesar menn higar, sum hvørki eru tempulránsmenn ella spotta gudinnu okkara. 38Hava nú Demetrius og teir smiðirnir, sum við honum eru, kærumál móti nøkrum, tá verða tingdagar hildnir og landshøvdingar eru til; klagi teir so hvør annan! 39Men um so er, at tit hava nakað at krevja í øðrum málum, tá skal tað verða avgjørt á lógligum fundi. 40Tí at vandi er enntá fyri, at vit skulu verða klagaðir fyri uppreist fyri hetta, sum hent er í dag, við tað at eingin grund er at finna, sum vit kunnu nýta, um vit skulu gera greiðu fyri hetta uppstigið.» 41Og við at siga hetta fekk hann samkomuna at skiljast.
Currently Selected:
Ápostlasøgan 19: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society

: