Ápostlasøgan 15
15
Ápostlafundurin í Jerúsalem
1Og nakrir komu oman frá Júdeu og lærdu brøðurnar hetta: «Um tit ikki verða umskornir eftir Móse siði, tá kunnu tit ikki verða frelstir.» 2Men tá ið nú kom stríð upp, og tað varð ikki lítil orðadráttur millum Paulusar og Barnabasar og teirra, tá ráddu teir av, at Paulus og Barnabas og nakrir aðrir av teimum skuldu fara niðan til Jerúsalem og hitta ápostlarnar og hinar elstu um henda spurningin. 3Kirkjuliðið fylgdi teimum nakað á veg, og teir fóru um Fønikíu og Sámáriu og søgdu frá umvending heidninganna, og teir gjørdu øllum brøðrunum stóra gleði. 4Og tá ið teir vóru komnir til Jerúsalem, vórðu teir væl fagnaðir av kirkjuliðinum og ápostlunum og hinum elstu; og teir søgdu frá, hvørji stór verk Guð hevði gjørt við teimum. 5Men nakrir úr Fariseara flokkinum, sum høvdu tikið við trúgv, reistust og søgdu: «Teir eiga at verða umskornir og at fáa boð um at halda Móselóg.» 6Men ápostlarnir og hinir elstu komu saman at samráðast um hetta mál. 7Men tá ið mikil orðadráttur hevði verið um tað, reistist Pætur og segði við teir: «Góðu menn og brøður, tit vita, at fyri langt síðan ráddi Guð av tykkara millum, at heidningarnir av munni mínum skuldu hoyra orð gleðiboðskaparins og taka við trúgv. 8Og Guð, sum hjørtuni kennir, bar teimum vitnisburð, tá ið hann gav teimum hin heilaga andan eins og okkum; 9og ongan mun gjørdi hann millum okkara og teirra, við tað at hann við trúnni reinsaði hjørtu teirra. 10Hví freista tit tá nú Guð við at leggja eitt ok á nakkan á lærusveinunum, sum hvørki fedrar okkara ella vit orkaðu at bera? 11Men vit trúgva, at vit verða frelstir við Harrans Jesu náði á sama hátt sum teir.» 12Tá tagdi øll mannamúgvan, og tey lýddu á Barnabas og Paulus, sum søgdu frá, hvussu stór tekin og undur Guð hevði gjørt heidninganna millum við teimum. 13Og tá ið teir vóru lidnir at tala, tók Jákup til orða og segði: «Góðu menn og brøður, hoyrið meg! 14Símun hevur greitt frá, hvussu Guð í fyrstuni hevði umhugsan um at taka navni sínum eitt fólk millum heidninganna; 15og við hetta samsvara orð profetanna, soleiðis sum skrivað stendur: 16«Eftir hetta skal eg venda aftur og endurreisa hina falnu tjaldbúð Dávids, og tað, sum er niðurrivið av henni, skal eg byggja upp aftur og seta upp av nýggjum, 17so at teir, sum eftir eru av monnum, mega leita til Harrans, og øll heiðin fólk, sum navn mítt er nevnt yvir,» sigur Harrin, sum hetta ger, 18sum kunnigt er frá upphavi. 19Tí haldi eg, at ikki eigur at verða tyngt um hjá teimum, sum av heidningunum venda um til Guðs; 20men at tað eigur at verða skrivað til teirra, at teir skulu halda seg frá allari óreinsan av skurðgudum og frá hordómi og frá tí, sum er kvalt, og frá blóði; 21tí at Móses hevur frá fornum tíðum í hvørji bygd teir, sum prædika hann, við tað at hann verður lisin upp í samkomuhúsunum hvønn hvíludag.» 22Tá samtyktu ápostlarnir og hinir elstu saman við øllum kirkjuliðinum at senda menn, sum til tess vórðu valdir teirra millum, til Antiokíu saman við Paulusi og Barnabasi og vóru tað Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas, nógv virdir menn brøðranna millum. 23Og teir skrivaðu hetta við teimum: «Ápostlarnir og hinir elstu, brøðurnir, senda brøðrunum í Antiokíu og Sýriulandi og Kilikíu, sum áður vóru heidnir, heilsan sína. 24Av tí at vit hava hoyrt, at nakrir, sum eru komnir frá okkum, hava loypt ekka á tykkum við orðum sínum og hava órógvað sálir tykkara, uttan at vit hava givið teimum nakað í umboð, 25so hava vit á einum máli samtykt at senda menn, sum til tess eru valdir, til tykkara saman við okkara elskuligu Barnabasi og Paulusi, 26teimum monnum, sum hava sett lív sítt í váða fyri várs Harra Jesu Krists navns skuld. 27Vit hava tí sent Judas og Silas, og teir skulu eisini munnliga boða tykkum tað sama; 28tí at heilagi andin og vit hava samtykt ikki at leggja aðra byrði á tykkum uttan hetta, sum neyðturvuligt er: 29at tit halda tykkum frá skurðgudaofrum og frá blóði og frá kvaldum og frá hordómi. Um tit varnast hetta, skal tykkum gangast væl. Heilir og sælir!»
Barnabas og Paulus skiljast; onnur prædikuferð Paulusar
30Teir vórðu tá latnir avstað og komu oman til Antiokíu, og teir kallaðu alt fólkið saman og fingu teimum brævið. 31Men tá ið tey lósu tað, vórðu tey glað um hesa ugganina. 32Og Judas og Silas, sum sjálvir eisini vóru profetar, ámintu brøðurnar við mongum orðum og styrktu teir. 33Og tá ið teir høvdu verið har eina tíð, lótu brøðurnir teir fara avstað aftur í friði til teirra, sum høvdu sent teir. 34[Men Silas setti sær fyri at verða verandi har]. 35Men Paulus og Barnabas steðgaðu í Antiokíu og lærdu og boðaðu saman við mongum øðrum orð Harrans. 36Men tá ið nakrir dagar vóru lidnir, segði Paulus við Barnabas: «Latum okkum fara avstað aftur og vitja brøðurnar í hvørji bygd, har sum vit boðaðu orð Harrans, fyri at vita, hvussu teimum veit við.» 37Men Barnabas vildi eisini taka Jóhannes, sum kallaðist Markus, við. 38Men Paulus helt ikki, at teir skuldu taka hann við, sum skildist frá teimum í Pamfýliu og ikki fylgdist við teimum í arbeiðið. 39Har varð tá skarpur tvídráttur, so at teir skildust hvør frá øðrum, og Barnabas tók Markus við sær og sigldi til Kýpern. 40Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, givin upp í Harrans náði av brøðrunum. 41Og hann fór um Sýriuland og Kilikíu og styrkti kirkjuliðini.
Currently Selected:
Ápostlasøgan 15: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society

: