Seinna Sámuelsbók 9
9
Dávid og Mefibósjet
1Dávid mælti: «Man nakar vera eftir av ætt Sáuls? Honum vil eg miskunna fyri Jónatans sakir.» 2Av húsi Sáuls var trælur eftir, ið æt Ziba; hann varð kallaður á fund Dávids; og tá kongur spurdi hann, um hann var Ziba, svaraði hann: «Ja, trælur tín er tað.» 3Og kongur mælti: «Er nakar eftir av ætt Sáuls? Eg vil fegin sýna honum miskunn Guðs.» Og Ziba svaraði kongi: «Enn er á lívi sonur Jónatans, ið er lamin í báðum fótum.» 4Kongur spurdi hann: «Hvar er hann?» Og Ziba svaraði kongi: «Hann er í húsi Mákirs Ammielssonar í Lodebar.» 5Tá sendi kongur boð og læt flyta hann úr húsi Mákirs Ammielssonar í Lodebar. 6Og Mefibósjet, sonur Jónatans Sáulssonar, gekk inn fyri Dávid, fell fram á ásjón sína og lútaði honum. Og Dávid mælti: «Mefibósjet!» Hann svaraði: «Tað er trælur tín.» 7Og Dávid segði við hann: «Óttast ikki, tí eg vil sýna tær miskunn fyri Jónatans, faðirs tíns, sakir og fáa tær aftur allar ognir tær, ið Sául, abbi tín, átti; og javnt og samt skalt tú eta við mítt borð.» 8Tá lútaði hann og mælti: «Hvat er trælur tín, at tú víkur á deyðan hund sum meg?»
9Kongur sendi nú boð eftir Ziba, sveini Sáuls, og mælti við hann: «Alt, sum Sául og ætt hansara átti, gevi eg syni harra tíns. 10Tú skalt saman við sonum og trælum tínum velta jørð hansara og bera inn undir lonir fyri hann, til tess at sonur harra tíns má hava vistir; men Mefibósjet, sonur harra tíns, skal javnt og samt eta við borð mítt.» Og Ziba átti fimtan synir og tjúgu trælir. 11Og Ziba svaraði kongi: «Trælur tín vil gera alt, sum kongur, harri mín, hevur boðið træli sínum.» Og Mefibósjet át við borð Dávids, eins og var hann ein av sonum hansara. 12Men Mefibósjet átti ungan son, Mika nevndur at navni; og øll í húsinum hjá Ziba vóru trælir Mefibósjets. 13Og Mefibósjet búði í Jerúsalem; tí at hann át javnt og samt við borð kongs; og hann var lamin í báðum fótum.
Currently Selected:
Seinna Sámuelsbók 9: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society