Seinna Sámuelsbók 4
4
Ísjbosjet myrdur
1Tá Ísjbosjet Sáulsson frætti, at Ábner var deyður í Hebron, bilaði honum hugur og hjarta, og ótti kom á allan Ísrael. 2Ísjbosjet hevði tveir hirðmenn, ið vóru oddamenn fyri ránsliðum; annar teirra æt Báana og hin Rekab, synir Rimmons úr Beerot í Benjamin; tí at eisini Beerot taldist upp í Benjamin. 3Men Beerotbúgvar vóru flýddir til Gittáim, og har hava teir búð í útisetri fram at hesum degi. 4Jónatan, sonur Sáuls, átti son, ið var lamin í báðum fótum; hann var fimm ára gamal, tá ið tíðindini um Sául og Jónatan frættust úr Jizreel; tá hevði fostra hansara tikið hann og var flýdd; men tá ið hon skundaði ferðini, datt hann og varð lamin. Hann æt Mefibósjet. 5Men Báana og Rekab, synir Rimmons úr Beerot, løgdu avstað og komu á hádegi at húsi Ísjbosjets, beint sum hann lá og hvíldi seg um middagin. 6Men gentan, ið goymdi at durunum, hevði fingist við at tína hveiti og var sovnað; av tí fingu Rekab og Báana smoygt sær framvið 7og komu inn í húsini, har hann lá í rekkjuni í svøvnskemmu síni; og teir góvu honum banahøgg og høgdu høvdið av honum; síðan tóku teir høvur hansara og hildu so ferðini alla náttina eftir Árábaslættanum. 8Og teir bóru Dávidi í Hebron høvdið av Ísjbosjet og søgdu við kong: «Her er høvur Ísjbosjets, sonar Sáuls, fígginda tíns, ið royndi eftir lívi tínum. Í dag hevur Harrin givið kongi, harra mínum, hevnd yvir Sául og ætt hansara.»
9Tá svaraði Dávid Rekabi og Báana bróður hansara, sonum Rimmons úr Beerot, og segði við teir: «So satt sum Harrin livir, ið mær hevur bjargað úr øllum neyðum: 10Eg eirdi ikki tí manni, ið bar mær boðini um deyða Sáuls og helt seg bera mær gleðitíðindi; men eg tók hann og drap hann í Ziklag og gav honum á tann hátt tíðindaløn; 11men nú hava gudleysir menn dripið sakleysan mann í rekkju hansara í hansara egna húsi – hvussu nógv heldur má eg tá krevja blóð hansara av hondum tykkara og týna tykkum úr landinum!» 12Síðan beyð Dávid sveinum sínum at drepa teir; og teir høgdu av teimum hendur og føtur og hongdu teir upp við tjørnina í Hebron; men høvur Ísjbosjets jarðaðu teir hjá Ábneri í Hebron.
Currently Selected:
Seinna Sámuelsbók 4: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society