Bible App logo
Search Icon

Seinna Sámuelsbók 2

2
Dávid verður kongur í Júda
1Eftir hetta leitaði Dávid ráð við Harran og spurdi: «Eigi eg at fara niðan í einahvørja av borgunum í Júda?» Harrin svaraði honum: «Far niðan.» Og Dávid spurdi uppaftur: «Í hvørja skal eg fara?» Harrin svaraði: «Niðan í Hebron.» 2Dávid fór nú niðan hagar og við honum báðar konur hansara, Áhinoam frá Jizreel og Ábigáil, kona Nábals Karmelita. 3Og menninar, ið við honum vóru, tók hann niðan við sær og øll húski teirra, og teir tóku upp bústað sín í bygdunum nærindis Hebron. 4Tá komu Júdamenn hagar og salvaðu Dávid til kongs yvir Júdahúsi.
Dávid sendir boð til Jábesjbúgva
Tá ið Dávid frætti, at Jábesjbúgvar í Gilead høvdu jarðað Sául, 5sendi hann boðberar til teirra og segði við teir: «Signaðir veri tit av Harranum fyri, at tit sýndu harra tykkara, Sáuli, ta miskunnargerð at jarða hann. 6Harrin sýni tykkum kærleika og trúfesti! Men eisini eg skal løna tykkum hesa góðgerð tykkara; 7og verið nú hugreystir og frægir garpar; tí at Sául, harri tykkara, er deyður, men meg hevur Júdahús salvað til kong.»
Ísjbosjet verður kongur yvir hinum Ísrael
8Men Ábner Nersson, herhøvdingi Sáuls, tók Ísjbosjet, son Sáuls, og fór við honum til Máhanáim 9og gjørdi hann til kong yvir Gilead, Ásjeritum, Jizreel, Efraim, Benjamin og yvir øllum Ísrael. 10Ísjbosjet, sonur Sáuls, var fjøruti ára gamal, tá ið hann gjørdist kongur í Ísrael, og hann var kongur í tvey ár. Einans Júda bant felag við Dávid. 11Og tað tíðarskeiðið, ið Dávid var kongur í Hebron yvir Júda ætt, var sjey ár og seks mánaðir.
Ófriður millum Dávids og Ísjbosjets
12Tá fór Ábner Nersson við monnum Ísjbosjets Sáulssonar úr Máhanáim til Gibeon. 13Og eisini Jóab Zerujuson fór úr Hebron við monnum Dávids, og teir hittust við tjørnina í Gibeon og settu herbúðir sínar hvør sínumegin tjørnina. 14Tá mælti Ábner við Jóab: «Nú skulu vit lata ungmennini ganga fram at stuttleika sær við vápnabrøgdum framman fyri okkum.» Og Jóab eftirlíkaði hesum. 15Síðan gingu teir fram tólv Benjaminitar av monnum Ísjbosjets Sáulssonar og tólv av monnum Dávids. 16Men teir trivu í høvdið hvør á øðrum og rendu svørðið í liðina hvør á øðrum og fullu allir; tí verður tann staðurin kallaður Liðarvøllur; hann er við Gibeon. 17Sama dag tókst har hørð orrusta, og Ábner og menn hansara lútaðu fyri monnum Dávids.
18Men har vóru tríggir synir Zeruju, Jóab, Ábisjaj og Ásahel, og Ásahel var av skjótastu monnum, kvikur sum skógargeitin í haganum. 19Ásahel tók nú at elta Ábner og rann beina leið aftan á hann uttan at víkja til høgru ella vinstru. 20Tá snúði Ábner sær á og mælti: «Er tað tú, Ásahel?» Og hann segði so vera. 21Og Ábner segði við hann: «Hav teg til viks og legg eftir onkrum av sveinunum og tak herklæði hansara!» Men Ásahel vildi ikki lætta av at elta hann. 22Uppaftur rópaði Ábner á Ásahel: «Lætt av at elta meg! Hví skal eg verða noyddur at drepa teg? Hvussu skal eg tá kunna síggja Jóab, bróður tín, aftur?» 23Men hann vildi ikki lætta av; og í tí skili brá Ábner svørðinum aftur um seg og rakti hann í búkin, so tað kom út gjøgnum ryggin; og fell hann deyður til jarðar, har sum hann stóð. Men allir teir, ið komu framat, har ið Ásahel lá feldur, vórðu standandi.
24Nú tóku Jóab og Ábisjaj at elta Ábner, og tá ið sól fór til viða, vóru teir komnir til Gibeat-Amma, ið er fyri eystan Gia á leiðini til Gibeon oyðimarkar. 25Hagar savnaðust allir Benjaminitar um Ábner í ein bólk og tóku støðu dygst uppi á Gibeat-Amma. 26Tá rópaði Ábner á Jóab og mælti: «Skal svørðið ævinliga oyða? Veitst tú ikki, at beisk verður endastundin? Nær ætlar tú at biðja liðið lætta av at elta brøður sínar?» 27Tá mælti Jóab: «So satt sum Harrin livir, hevði tú ikki talað, tá hevði liðið ikki lætt av at elta brøður sínar fyrr enn í morgin.» 28Tá blásti Jóab í lúðurin, og liðið alt steðgaði og lætti av at elta Ísrael, og orrustan hæsaði av.
29Men Ábner og menn hansara gingu alla náttina eftir Árabaslættanum og fóru yvir um Jórdan, løgdu so leiðina niðan gjøgnum trongan og komu til Máhanáim. 30Tá ið Jóab hevði lætt av at elta Ábner og hevði savnað alt liðið, vantaðu nítjan mans av monnum Dávids umframt Ásahel, 31meðan menn Dávids høvdu jarðlagt trý hundrað og seksti Benjaminitar av monnum Ábners. 32Og teir tóku Ásahel og jarðaðu hann hjá faðir sínum í Betlehem. Síðan hildu Jóab og menn hansara ferðini alla náttina og komu í lýsingini til Hebron. 3,1 Men tað toygdi á við ófriðinum millum hús Sáuls og hús Dávids; og tað gekk í hvørjum fram á hondina hjá húsi Dávids, meðan hús Sáuls í sama mun gekk aftur á hond.

Currently Selected:

Seinna Sámuelsbók 2: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in