Bible App logo
Search Icon

Seinna Sámuelsbók 19

19
Jóab biður Dávid sissast
1Jóab frætti nú, at Dávid græt og harmaði Absalon, 2og sigursgleðin var tann dagin vorðin sorg hjá øllum herinum, tí at fólkið hevði tann dagin fingið at vita, at kongur sáran syrgdi son sín. 3Tann dagin smeyg fólkið sær smoykið inn aftur í borgina, eins og menn ið hava seg burtur av skomm, tá ið teir eru flýddir úr orrustu. 4Men kongur hevði hult andlit sítt og rópaði kvartandi: «Sonur mín, Absalon! Absalon, sonur mín, sonur mín!» 5Tá gekk Jóab inn fyri kong og mælti: «Tú vanvirðir í dag allar tænarar tínar, sum í dag hava bjargað tær og sonum og døtrum tínum, konum og hjákonum tínum, 6við tað at tú unnir teir, ið teg hata, og hatar teir, ið teg unna; tí at í dag hevur tú sýnt, at tú einki leggur í høvdingar og tænarar. Ja, eg veit nú, at var bert Absalon á lívi, um so vit allir vóru vignir í dag, so hevði tær vitað væl við. 7Men far nú út og tala blídliga við tænarar tínar, tí at tað svørji eg við Harran, at gert tú ikki tað, so verður ikki ein maður eftir hjá tær í nátt, og tað verður tær verri ógæva enn nøkur onnur, ið tær hevur verið fyri frá tí, tú vart ungur, og alt at hesum degi!»
8Tá fór kongur og settist í borgarliðið, og tá ið tað frættist, at kongurin var í borgarliðinum, gekk alt herliðið fram fyri kong.
Dávid fer heim aftur
Av Ísrael var nú hvør maður flýddur heim til sín sjálvs; 9og í øllum ættum Ísraels vóru menn farnir at munnkýtast sín ámillum og søgdu: «Kongur hevur frelst okkum úr hondum fígginda vára, og hann hevur bjargað okkum undan valdi Filista; og nú mátti hann flýggja av landinum undan Absaloni. 10Men Absalon, sum vit salvaðu til kong yvir okkum, er nú fallin í orrustuni; hví drála tit tá við at flyta kong heim aftur?» 11Tá ið Dávid hoyrdi, hvat ið allir Ísraelsmenn høvdu á máli, sendi hann boð eftir prestunum Zádoki og Ebjatari og bað teir fara at siga við hinar elstu í Ísrael: «Hví vilja tit vera síðstir at flyta kong heim aftur í hallir sínar? 12Tit eru jú ættbrøður mínir; tit eru bein og hold av mær; hví vilja tit vera síðstir at flyta kong heim aftur? 13Og við Ámasa skulu tit siga: Ert tú ikki bein og hold av mær? Guð lati meg altíð gjalda tess, um tú ikki alla ævi verður herhøvdingi hjá mær í Jóabs stað!» 14Tá snúðist hugur alra Júdamanna; og teir sendu kongi hesi boð: «Kom heim aftur við øllum monnum tínum.» 15Kongur snúðist tá heim aftur; og tá hann kom at Jórdan, vóru Júdamenn komnir til Gilgal ímóti kongi til tess at flyta hann yvir um Jórdan.
Simei náðaður
16Benjaminitin Simei Gerason úr Báhurim var saman við Júdamonnum í bræði farin oman móti Dávidi kongi, 17og honum fylgdu túsund Benjaminitar. Eisini Ziba, húskallur Sáuls, var við fimtan sonum og tjúgu tænarum sínum komin oman at Jórdan undan kongi. 18Teir fóru nú yvir um vaðið til tess at flyta húsfólk kongs yvirum og veita teimum allan dugna. Men tá ið kongur skuldi fara yvir um Jórdan, fell Simei Gerason honum til kníggja 19og mælti: «Harri mín tilrokni mær ikki misgerð mína og minnist ikki til tað illa, ið trælur tín gjørdi hin dagin, tá ið kongur, harri mín, mátti rýma úr Jerúsalem, einki má kongur leggja lag í tað; 20tí at trælur tín veit, at hann hevur syndað. Men nú eri eg sum hin fyrsti av allari Jósefs ætt komin oman ímóti tær, kongur, harri mín!» 21Ábisjai Zerujuson tók tá til orða og mælti: «Eigur ikki Simei at láta lív aftur fyri, at hann bað ilt yvir salvaða Harrans?» 22Men Dávid svaraði: «Hvat samband havi eg við tykkum Zerujusynir, at tit gerast mótstøðumenn mínir í dag? Eigur nakar maður at láta lív í Ísrael í dag? Vita tit ikki, at í dag eri eg aftur vorðin kongur í Ísrael?» 23Síðan segði kongur við Simei: «Tú skalt ikki láta lív.» Og tað svór kongur honum dýrt.
Mefibósjet verjir seg
24Mefibósjet, sonarsonur Sáuls, fór eisini oman móti kongi; hann hevði hvørki hampað um hendur ella føtur sínar ella greitt skeggið ella tvigið klæði síni frá tí degi, kongur flýddi, og til hann var komin aftur í øllum góðum. 25Tá ið hann nú kom úr Jerúsalem á fund kongs, segði kongur við hann: «Hví fórt tú ikki við mær, Mefibósjet?» 26Hann svaraði: «Kongur, harri mín, tænari mín sveik meg; tí at trælur tín beyð honum at saðla asnan, so eg fekk riðið á honum og farið við kongi; trælur tín er jú lamin; 27men í staðin hevur hann baktalað meg fyri kongi, harra mínum; men kongur, harri mín, er sum eingil Guðs; og ger nú, sum tær líkar! 28Tí tó at allir ættarmenn mínir einki høvdu at vænta sær annað enn deyðan av kongi, harra mínum, sessaði tú meg kortini teirra millum, ið sita við borð títt. Havi eg nakran rætt longur at kæra neyð mína fyri kongi?» 29Tá segði kongur við hann: «Hví flytur tú so langa røðu um hetta? Eg bjóði tær og Ziba, at tit skulu býta jørðina sundur ímillum tykkara!» 30Mefibósjet svaraði kongi: «Hann má fáa tað alt, nú tá ið kongur, harri mín, er komin heim aftur í øllum góðum.»
Barzillai og Kimham
31Eisini Barzillai Gileaditi var komin oman úr Rógelim til tess at flyta kong yvir um Jórdan. 32Barzillai var oldingi, áttati ára gamal; meðan Dávid var í Máhanáim, hevði hann fingið vistir av honum; tí at hann átti miklan eyð. 33Kongur segði nú við Barzillai: «Tú skalt koma við mær, so skalt tú fáa hjá mær í Jerúsalem alt, sum tær tørvar.» 34Men Barzillai svaraði kongi: «Brátt er mín fjørður rógvin; hví skal eg tá fara við kongi niðan í Jerúsalem? 35Eg eri nú á áttatiunda ári; man eg duga at síggja mun á góðum og illum, ella man trælur tín kenna smakk av tí, sum hann etur og drekkur, ella man eg longur hoyra rødd sangaranna og rødd songmoyggjanna? Hví skal trælur tín verða kongi, harra mínum, ein byrði? 36Trælur tín ætlaði bert at fylgja kongi hesa stuttu leið yvir Jórdan, og hví skal eg hava so nógv afturfyri frá kongi? 37Loyv træli tínum at fara heim aftur; eg vil doyggja í heimbygd míni, har sum grøvin hjá faðir og móður er; og her er trælur tín Kimham; fylgi hann við kongi, harra mínum, og ger við hann, sum tú heldur vera best.» 38Kongur mælti: «Kimham skal koma við mær, og eg skal gera honum alt, sum tú heldur vera best, og hvørja bøn tína skal eg veita tær.» 39Síðan fór alt liðið yvir um Jórdan; men kongur steðgaði og myntist við Barzillai og vælsignaði hann. Síðan snúðist Barzillai heim aftur. 40Kongur fór yvir til Gilgal; og honum fylgdi Kimham og alt Júdalið og helmingurin av Ísraelsliði.
Ósemja millum Ísrael og Júda
41Men tá komu allir Ísraelsmenn og søgdu við kong: «Hví hava brøður okkara, Júdamenn, stolið teg og farið við kongi og øllum húsfólki hansara yvir um Jórdan og somuleiðis við øllum monnum Dávids?» 42Allir Júdamenn svaraðu Ísraelsmonnum: «Kongur er næst skyldur við okkum, hví ilskast tit um tað? Hava vit koyrt kong á ørmundarhús, ella róku vit hann burtur?» 43Ísraelsmenn svaraðu Júdamonnum og mæltu: «Vit eiga tíggju lutir í kongi; og eisini hava vit frumburðarrættin fram um tykkum. Hví virða tit okkum so lítið? Og bóru vit ikki fyrstir upp á mál at flyta kong heim aftur?» Júdamenn svaraðu tá uppaftur enn hvassligari.

Currently Selected:

Seinna Sámuelsbók 19: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in