1
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:23
BÍBLIA
FB
Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara.
Compare
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:23
2
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:14
Tí at synd skal ikki ráða yvir tykkum; tí at tit eru ikki undir lóg, men undir náði.
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:14
3
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:4
Vit eru tí grivin við honum við dópinum til deyðans, til tess at eins og Kristus varð vaktur upp frá deyðum við dýrd faðirsins, soleiðis skulu vit eisini ganga í nýggjum levnaði.
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:4
4
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:13
Bjóðið heldur ikki syndini fram limir tykkara sum órættferðarvápn, men bjóðið heldur Guði tykkum sjálv fram sum livnað upp frá deyðum, og Guði limir tykkara sum rættferðarvápn.
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:13
5
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:6
við tað at vit vita hetta, at okkara gamla menniskja er krossfest við honum, fyri at syndalikamið skuldi verða til einkis, so at vit ikki longur skulu tæna syndini
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:6
6
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:11
Soleiðis skulu tit eisini halda tykkum sjálv vera deyð fyri syndini, men livandi fyri Guði í Kristi Jesusi.
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:11
7
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:1-2
Hvat skulu vit tá siga? Skulu vit halda fram í syndini, fyri at náðin kann verða tess størri? Á ongum sinni! Vit, sum eru deyð frá syndini, hvussu skuldu vit enn liva í henni?
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:1-2
8
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:16
Vita tit ikki, at tá ið tit bjóða tykkum fram til einshvørs sum tænarar til lýdni, tá eru tit tænarar hjá honum, sum tit lýða, annaðhvørt hjá synd til deyða ella hjá lýdni til rættvísi?
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:16
9
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:17-18
Men tøkk veri Guði, at tit hava verið tænarar hjá syndini, men vórðu av hjarta lýðin tí lærdómslagi, sum tit vórðu latin yvir til, og tá ið tit vóru loyst frá syndini, gjørdust tit tænarar hjá rættvísini.
Explore Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 6:17-18