1
Mika 4:5
BÍBLIA
FB
Tí at allar tjóðirnar ganga hvør í navni guds síns; men vit vilja ganga í Harrans, Guðs várs navni um aldur og allar ævir.
Compare
Explore Mika 4:5
2
Mika 4:2
og mangar tjóðir skulu búgva seg til ferðar og siga: «Komið, latum okkum fara niðan á fjall Harrans, í Jákups Guðs hús; hann skal kenna okkum vegir sínar, so at vit mega ganga leiðir hans; tí at frá Zion kemur opinbering, úr Jerúsalem orð Harrans.»
Explore Mika 4:2
3
Mika 4:1
Men á síðstu døgum skal tempulfjall Harrans verða grundvallað á fjallanna knúkum, hátt hevjað yvir hæddirnar, og hagar skulu tjóðirnar streyma
Explore Mika 4:1
4
Mika 4:3
Hann skal døma millum mangar tjóðir og skipa rættin hjá máttugum fjarstøddum fólkum; og tey skulu smíða plógjørn úr svørðum sínum og víngarðsknívar úr spjótum sínum; ikki skal ein tjóðin bregða svørði móti aðrari, og ikki skulu tey venja seg til bardaga longur.
Explore Mika 4:3