1
Evangeliið eftir Matteus 7:7
BÍBLIA
FB
Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum.
Compare
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:7
2
Evangeliið eftir Matteus 7:8
Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri.
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:8
3
Evangeliið eftir Matteus 7:24
Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:24
4
Evangeliið eftir Matteus 7:12
Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir.
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:12
5
Evangeliið eftir Matteus 7:14
tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann.
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:14
6
Evangeliið eftir Matteus 7:13
Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:13
7
Evangeliið eftir Matteus 7:11
Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimum góðar gávur, ið biðja hann!
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:11
8
Evangeliið eftir Matteus 7:1-2
Dømið ikki, at tit ikki skulu verða dømd; tí at við tí dómi, tit døma, skulu tit verða dømd, og við tí máli, tit mála, skal tykkum verða mált.
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:1-2
9
Evangeliið eftir Matteus 7:26
Og hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávitskutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:26
10
Evangeliið eftir Matteus 7:3-4
Men hví sært tú flísina í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við? Ella hvussu kanst tú siga við bróður tín: «Bíða, lat meg taka flísina út úr eyga tínum!» og sí, ein bjálki er í tínum egna eyga!
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:3-4
11
Evangeliið eftir Matteus 7:15-16
Varið tykkum fyri svikaprofetum, ið koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru óðir úlvar innan. Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. Man nakar henta vínber av tornum ella fikur av tistlum?
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:15-16
12
Evangeliið eftir Matteus 7:17
Soleiðis ber hvørt gott træ góðar fruktir; men hitt ringa træið ber ringar fruktir.
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:17
13
Evangeliið eftir Matteus 7:18
Eitt gott træ kann ikki bera ringar fruktir, og ei heldur kann eitt ringt træ bera góðar fruktir.
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:18
14
Evangeliið eftir Matteus 7:19
Hvørt tað træ, ið ikki ber góða frukt, verður høgt av og kastað í eldin.
Explore Evangeliið eftir Matteus 7:19