1
Jósvabók 10:13
BÍBLIA
FB
Tá steðgaði sólin, og mánin fór ikki úr stað, til fólkið hevði fingið hevnd yvir fíggindar sínar. Soleiðis stendur skrivað í bók hinna rættlátu. Tá steðgaði sólin á miðjum himni og drálaði nærum allan dagin við at fara afturundir.
Compare
Explore Jósvabók 10:13
2
Jósvabók 10:12
Tann dagin, tá ið Harrin gav Ámoritar upp í hendur Ísraelita, tá var tað, at Jósva talaði við Harran og segði, meðan Ísrael var hjá: «Steðga nú, sól, í Gibeon og máni í Ajjalons dali!»
Explore Jósvabók 10:12
3
Jósvabók 10:14
Og ongantíð hevur tílíkur dagur verið, hvørki undan ella eftir, tá Harrin lýddi mannarødd; tí at Harrin stríddist fyri Ísrael.
Explore Jósvabók 10:14
4
Jósvabók 10:8
Og Harrin segði við Jósva: «Óttast ikki fyri teimum, tí at eg man geva teir upp í hendur tínar; eingin teirra skal standast móti tær.»
Explore Jósvabók 10:8
5
Jósvabók 10:25
Tá segði Jósva við teir: «Óttist ikki og verið ikki ræddir, men verið reystir og hugdjarvir, tí at soleiðis vil Harrin fara við øllum fíggindum tykkara, sum tit koma í bardaga við.»
Explore Jósvabók 10:25