Tá ið teir nú høvdu etið morgunmat, sigur Jesus við Símun Pætur: «Símun Jóhannesarson, elskar tú meg meira enn hesir?» Hann sigur við hann: «Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.» Hann sigur við hann: «Røkta lomb míni!» Hann sigur aftur á øðrum sinni við hann: «Símun Jóhannesarson, elskar tú meg?» Hann sigur við hann: «Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.» Hann sigur við hann: «Ver hirði hjá seyði mínum!» Hann sigur við hann á triðja sinni: «Símun Jóhannesarson, ert tú góður við meg?» Pætur varð syrgin, tí at hann segði við hann á triðja sinni: «Ert tú góður við meg?» og hann segði við hann: «Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!» Jesus sigur við hann: «Røkta lomb míni!