1
Hitt almenna bræv Jákups 3:17
BÍBLIA
FB
Men vísdómurin omanfrá, hann er fyrst reinur, tínæst friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum fruktum, ósvikaligur, falsleysur.
Compare
Explore Hitt almenna bræv Jákups 3:17
2
Hitt almenna bræv Jákups 3:13
Hvør er vísur og vitur tykkara millum? Hann sýni við góðum atburði gerningar sínar í vísdóms spakføri.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 3:13
3
Hitt almenna bræv Jákups 3:18
Men rættferðar frukt verður sáað í friði fyri teimum, sum binda frið.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 3:18
4
Hitt almenna bræv Jákups 3:16
Tí at har sum øvund og illfýsni er, har er óskil og alt ringt lag.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 3:16
5
Hitt almenna bræv Jákups 3:9-10
Við henni vælsigna vit Harran og faðirin, og við henni banna vit menniskjum, sum eru skapað í Guðs líki. Úr sama munni koma signing og banning. Hetta eigur ikki at vera so, brøður mínir.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 3:9-10
6
Hitt almenna bræv Jákups 3:6
Og tungan er eldur. Sum ein heimur av órætti er hon millum lima okkara; hon dálkar alt likamið og setir eld á tilverunnar hjól, og hana sjálva er settur eldur á frá helviti.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 3:6
7
Hitt almenna bræv Jákups 3:8
men tunguna kann eingin menniskja temja, hetta óflýggjaliga illa, fult av drepandi eitri.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 3:8
8
Hitt almenna bræv Jákups 3:1
Verðið ikki mangir lærarar, brøður mínir, við tað at tit vita, at vit skulu fáa tess tyngri dóm.
Explore Hitt almenna bræv Jákups 3:1