Tí tó at tit eftir tíðini áttu at verið lærarar, tá hava tit aftur fyri neyðini, at einhvør skal læra tykkum byrjanargrundirnar í Guðs orðum; og tað er soleiðis vorðið við tykkum, at tykkum er tørvur á mjólk og ikki á fastari føði. Tí at ein og hvør, sum fær mjólk, er óroyndur í rættlætis orði, tí at hann er barn.