Síðan vælsignaði hann Jósef og mælti: «Tann Guð, fyri hvørs ásjón fedrar mínir Ábraham og Ísakur gingu, tann Guð, ið hevur varðveitt meg av fyrsta sinni og alt fram at hesum degi, tann eingil, ið bjargaði mær úr øllum illum, hann vælsigni sveinarnar, so at teir halda í lívi navni mínum og navni fedra mína: Ábrahams og Ísaks, við tað at teir verða fjølmangir á jørðini!»