1
Ezekiel 34:16
BÍBLIA
FB
hinum farna vil eg leita eftir og fáa tað burturvilsta aftur á leið, binda um hitt løstaða og magna hini veiku; eisini hinum feita og sterka skal eg goyma at; eg vil røkta teir rættvísiliga.
Compare
Explore Ezekiel 34:16
2
Ezekiel 34:12
Eins og hirðin goymir at fylgi sínum á illveðursdegnum, soleiðis vil eg goyma at seyðum mínum og heimta teir aftur av øllum teimum støðum, ið teir spjaddust um á degi skýsortans og niðamyrkursins.
Explore Ezekiel 34:12
3
Ezekiel 34:11
Tí at so sigur Harrin, drottin: Sí, eg vil sjálvur sóknast eftir seyði mínum og goyma at honum.
Explore Ezekiel 34:11
4
Ezekiel 34:15
Eg vil sjálvur halda seyði mínum til haga og sjálvur lata teir leggja seg á ból, sigur Harrin, drottin
Explore Ezekiel 34:15
5
Ezekiel 34:31
Tit eru seyðir mínir, tit eru teir seyðir, sum eg røkti; og eg eri Guð tykkara, sigur Harrin, drottin.
Explore Ezekiel 34:31
6
Ezekiel 34:2
Mansbarn, profetera móti hirðum Ísraels og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Vei hirðum Ísraels, ið røkta seg sjálvar! Er tað ikki seyðirnar, ið hirðarnir eiga at røkta?
Explore Ezekiel 34:2