Um profetur ella dreymamaður rísur upp tykkara millum og boðar tekin og undur, og tekinið og undurið, sum hann talaði um fyri tær, ganga út, og hann samstundis elvir tær at fylgja øðrum gudum, sum tit hava ikki kent, og dýrka teir, tá mást tú ikki lurta eftir, hvat tílíkur profetur ella dreymamaður sigur, tí at tað er Harrin, Guð tykkara, sum roynir tykkum til tess at vita, um tit trúliga elska Harran, Guð tykkara, av heilum huga og av allari sál tykkara.