heldur hevur tú risið upp ímóti drotni himnanna! Tí at ílátini úr húsi hans hevur tú latið flyta til tín, og tú og stórmenn tínir, konur og hjákonur tínar hava drukkið vín úr teimum og heiðrað gudar tykkara av silvuri og gulli, kopari, jarni, træi og steini, sum hvørki síggja ella hoyra ella vita nakað; men tann Guð, ið heldur lívsanda tínum í hond síni og valdar øllum leiðum tínum, hann hevur tú ikki tignað!