Herflokkar hans munnu har taka støðu og vanhalga halgidómin, hitt sterka virki, taka av dagliga ofrið og seta upp andstygd oyðingarinnar. Og teir, sum synda móti sáttmálanum, tølir hann út í ringasta gudloysi; men teir menn, ið kenna Guð sín, halda fast við hann og sýna tað í verkum.