Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir; tí at menniskjuni skulu vera sjálvkær, peningagramm, reypsom, hástór, spottsom, óhoyrilig móti foreldrum, ótakksom, vanheilag, kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, óhóvsom, ólátað, ikki elskandi tað, sum gott er, svikafull, framlopin, dramblát, sum heldur elska lystir sínar enn elska Guð, sum hava yvirbragd av gudsótta, men hava avnoktað kraft hansara. Og frá slíkum skalt tú venda tær burtur!