1
Seinna Timoteusarbrævið 1:7
BÍBLIA
FB
Tí at ikki gav Guð okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda.
Compare
Explore Seinna Timoteusarbrævið 1:7
2
Seinna Timoteusarbrævið 1:9
hann sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir gerningum okkara, men eftir síni egnu ráðagerð og náðini, sum okkum er givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum
Explore Seinna Timoteusarbrævið 1:9
3
Seinna Timoteusarbrævið 1:6
Tess vegna minni eg teg á, at tú birtir upp at loga ta Guðs náðigávu, sum er í tær við álegging handa mína.
Explore Seinna Timoteusarbrævið 1:6
4
Seinna Timoteusarbrævið 1:8
Skammast tí ikki við vitnisburðin um váran harra ella við meg, fanga hansara, heldur skalt tú við mær tola ilt fyri gleðiboðskaparins skuld samsvarandi Guðs kraft
Explore Seinna Timoteusarbrævið 1:8
5
Seinna Timoteusarbrævið 1:12
Tess vegna líði eg eisini hetta; men eg skammist ikki við tað; tí at eg veit, á hvønn eg havi sett trúgv mína, og eg eri vísur í, at hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið til, til hin dagin.
Explore Seinna Timoteusarbrævið 1:12