Og Ásdodsverjar fóru snimma upp morgunin eftir; men, sí, tá lá Dágon fram eftir rommum á gólvinum framman fyri ørk Harrans; teir tóku tá Dágon og settu hann aftur á stað sín. Og teir fóru upp árla næsta morgun, men, sí, tá lá Dágon aftur á gólvinum fram eftir rommum framman fyri ørk Harrans; og høvur Dágons og báðar hendur hansara lógu avbrotnar á gáttini; einans bulur hansara var eftir.