YouVersion Logo
Search Icon

Filippibrævið 2

2
Áminning um semju, um sjálvavnoktan eftir fyrimynd Krists
1Um tað tá er nøkur áminning í Kristi, um tað er nøkur kærleiks uggan, um tað er nakað samfelag andans, um tað er nøkur samkensla og miskunn, 2tá gerið gleði mína fullkomna, við tað at tit hava sama hug, hava sama kærleika og samlyntir hava eitt í huga, 3einki gera av egingirnd, einki av lyst eftir fáfongdari æru, men heldur í lítillæti meta hvør annan meira enn seg sjálvan, 4og ein og hvør hyggur ikki bert um tað, sum hansara er, men ein og hvør eisini um tað, sum aðrir hava. 5Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi, 6hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur, 7men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; 8og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi. 9Fyri tað hevur eisini Guð hátt upphevjað hann og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni, 10fyri at í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini, 11og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs.
Áminning um at arbeiða upp á egnu frelsu
12Tess vegna, elskaðu mínir, líkasum tit altíð hava verið lýdnir, so arbeiðið, ikki bert sum tá ið eg eri hjástaddur, men nú nógv meira, tá ið eg eri frástaddur, upp á tykkara egnu frelsu við ótta og bivan; 13tí at tað er Guð, sum virkar í tykkum bæði at vilja og at virka, eftir sínum tokka. 14Gerið alt uttan meinskan og iving, 15fyri at tit mega verða lýtaleysir og reinir, ólastandi børn Guðs mitt í eini spiltari og rangari ætt, har sum tit sýna tykkum eins og himnaljós í heiminum, 16við tað at tit halda lívsins orði fram, mær til rós á degi Krists, at eg ikki havi runnið til einkis og ikki heldur arbeitt til einkis. 17Ja, um eg sjálvur verði ofraður, meðan eg geri altartænastu fyri trúgv tykkara og beri hana fram sum offur, so gleðist eg og samgleðist við tykkum øllum. 18Á sama hátt skulu eisini tit gleðast og samgleðast við mær.
Paulus vónar brátt at kunna senda Timoteus
19Men eg havi ta vón í Harranum Jesusi, at eg brátt kann senda Timoteus til tykkara, so at eisini eg kann verða glaður í huga, tá ið eg fái at vita, hvussu tað veit við hjá tykkum; 20tí at ongan havi eg hansara líka í lyndi, sum so trúliga vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við. 21Tí at allir søkja teir sítt egna, men ikki tað, sum hoyrir Kristi Jesusi til. 22Men hansara roynda trúskap vita tit um, at hann hevur tænað fyri gleðiboðskapinum saman við mær, eins og barn tænar faðir sínum. 23Hann vóni eg tá at fáa sent, líka skjótt sum eg síggi, hvat ið úrslitið verður hjá mær. 24Men eg havi tað álit á Harranum, at eg eisini sjálvur skal koma skjótt.
Paulus sendir Epafroditus aftur
25Men eg helt tað vera neyðugt at senda til tykkara Epafroditus, bróður mín og starvsfelaga og stríðsfelaga, men sendimann tykkara og ørindreka til at veita mær hjálp í trongd míni; 26av tí at honum longdist eftir tykkum øllum og hann hevði nógva órógv á sær, tí at tit høvdu hoyrt, at hann hevði verið sjúkur. 27Tí at hann var reiðuliga sjúkur, komin til deyða; men Guð miskunnaði honum, og ikki bert honum, men eisini mær, fyri at eg ikki skuldi hava sorg oman á sorg. 28Tí sendi eg hann so mikið skjótari, fyri at tit kunnu verða glaðir aftur, tá ið tit fáa at síggja hann, og eg kann verða meira ekkaleysur. 29Takið tá móti honum í Harranum við allari gleði, og havið slíkar menn í æru; 30tí at fyri Krists gernings skuld var hann komin til deyða, við tað at hann setti lív sítt í váða, fyri at bøta um saknin av tykkum í tænastuni móti mær.

Currently Selected:

Filippibrævið 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy