Fyri tað hevur eisini Guð hátt upphevjað hann og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni, fyri at í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini, og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs.