YouVersion Logo
Search Icon

Filippibrævið 3

3
Ávaring móti jødiskum falslærarum; Paulus heldur seg als ongan fyrimun hava sum Jøda
1Annars, brøður mínir, gleðið tykkum í Harranum! At skriva tað sama til tykkara er einki stríð hjá mær, men tykkum er tað til styrkingar. 2Gevið gætur eftir hundunum; gevið gætur eftir hinum ringu arbeiðismonnunum; gevið gætur eftir sundurskeringini! 3Tí at vit eru hinir umskornu, vit sum tæna Guði í anda hansara og rósa okkum av Kristi Jesusi og ikki troysta á holdið, 4tó at eg havi tað, sum eg kundi troystað á eisini í holdinum. Um einhvør annar tykist at kunna troysta á holdið, tá kann eg tað meira. 5Eg eri umskorin áttanda dagin, av Ísraels fólki, Benjamins ætt, Hebreari av Hebrearum, viðvíkjandi lóg ein Fariseari; 6viðvíkjandi vandlæti ein, sum gjørdi atsókn á kirkjuliðið; viðvíkjandi rættferðini samsvarandi lógini ólastandi. 7Men tað, sum var mær ein vinningur, tað havi eg fyri Krists sakir hildið vera tap. 8Ja, av sonnum haldi eg eisini alt vera tap móti tí, sum er so nógv mætari: kunnleikin um Krist Jesus, harra mín; fyri hansara skuld havi eg mist tað alt samalt og meti tað javnt við skarn, fyri at eg má vinna Krist, 9og verða funnin í honum, so at eg ikki havi rættvísi mína, hana sum fæst av lóg, men hana sum fæst við trúgv á Krist, rættvísina frá Guði trúar vegna, 10til tess at eg má kenna hann og kraftina av uppreisn hansara og samfelagið í líðingum hansara, við tað at eg verði sammyndaður við hann í deyða hansara, 11um mær tá mátti eydnast at náa til uppreisnar frá deyðum.
Um kristnan fullkomileika
12Tað er ikki so, at eg longu havi náað tí ella longu eri fullkomin, men eg strembi eftir tí, um eg skuldi kunnað gripið tað, við tað at eg eisini eri gripin av Kristi Jesusi. 13Brøður, eg haldi ikki meg sjálvan enn hava gripið tað, 14men eitt geri eg: eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman, og skundi soleiðis at málinum, til tann sigursgrip, sum Guð hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi. 15Latum okkum tí, so mangir sum fullkomnir eru, hava hetta huglyndi! Og um tit í einumhvørjum hugsa øðrvísi, tá skal Guð eisini opinbera tykkum hetta. 16Bert at vit, so langt vit eru komnir, halda somu leið.
Paulus sum fyrimynd – øðrvísi við falslærarunum
17Verðið, brøður, samlíkir mær, og gevið tykkum far um teir, ið liva eftir tí fyridømi, sum tit hava í okkum. 18Tí at mangir liva – eg havi ofta sagt tykkum tað, og nú sigi eg tað eisini grátandi – sum fíggindar av krossi Krists, 19endi teirra er glatan, gudur teirra er búkurin, og æru sína seta teir í skemd sína, teir sum tráa eftir lutunum á jørðini. 20Tí at borgaraskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Krist, 21hann sum skal umskapa neyðarlikam okkara í somu mynd sum dýrdarlikam hansara eftir teirri kraft, sum hann er mentur eisini at leggja alt undir seg við. 4,1 Tess vegna, brøður mínir, sum eg elski, og sum mær leingist eftir, gleði mín og kransur mín, standið soleiðis fastir í Harranum, elskaðu tit!

Currently Selected:

Filippibrævið 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy