YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Markus 3

3
Jesus grøðir mann við visnari hond
1Og hann fór aftur inn í eitt samkomuhús, og har var ein maður, sum hevði eina visna hond. 2Og teir góvu honum væl gætur, um hann mundi grøða hann um hvíludagin, til tess at teir kundu fáa okkurt at klaga hann fyri. 3Og hann sigur við mannin, ið hevði ta visnu hondina: «Kom fram higar í miðjuna!» 4Og hann sigur við teir: «Er tað loyviligt um hvíludagin at gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella týna?» Men teir tagdu. 5Og hann hugdi runt íkring at teimum í vreiði, harmfullur um hjartans harðleika teirra, og sigur við mannin: «Rætt hondina fram!» Og hann rætti hana fram, og hondin á honum varð frísk aftur. 6Men Fariseararnir fóru út, og við tað sama gingu teir saman í ráð við Heródesarmenn ímóti honum, hvussu teir skuldu fáa hann av døgum.
Jesus grødir aðrar sjúkur
7Og Jesus fór við lærusveinum sínum út at vatninum, og stór mannamúgva úr Galileu fylgdi eftir; og úr Júdeu 8og úr Jerúsalem og úr Idumeu og úr landinum hinumegin Jórdan og úr bygdaløgunum við Týrus og Sidon komu til hansara stórar mannamúgvur, tá ið tey hoyrdu, hvørji stórverk hann gjørdi. 9Og hann segði við lærusveinar sínar, at ein bátur skuldi vera til reiðar til hansara fyri mannamúgvunnar skuld, fyri at tey ikki skuldu troðka seg inn á hann; 10tí at hann grøddi mong, so at tey tustu saman um hann, øll tey, sum høvdu plágur, at tey kundu nema við hann. 11Og hinir óreinu andarnir fullu til jarðar fyri honum, tá ið teir bóru eyga við hann, og rópaðu og søgdu: «Tú ert sonur Guðs!» 12Og hann legði teimum ríkan við, at teir ikki skuldu gera hann kunnan.
Jesus velur sær tólv lærusveinar
13Og hann gongur niðan á fjallið og kallar til sín teir, sum hann sjálvur vildi; og teir fóru til hansara. 14Og hann skilaði tólv til, at teir skuldu vera hjá honum, og at hann kundi senda teir út at prædika 15og at hava vald til at reka út illar andar. 16Og hann tilskilaði hesar tólv: Símun, sum hann gav navnið Pætur; 17og Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður Jákups, – og hann gav teimum báðum navnið Boanerges, tað merkir: torusynir; – 18og Andrias og Filippus og Bartolomeus og Matteus og Tummas og Jákup, son Alfeusar, og Taddeus og Símun Kánanearan 19og Judas Iskarjot, tann sama, sum sveik hann.
Jesus verður lagdur undir at hava samlag við Beelsebul, talar um spott móti andanum
20Og hann kemur heim, og aftur kemur ein mannfjøld saman, so at teir ikki kundu so mikið sum fáa matnáðir. 21Og tá ið hansara egnu húsfólk hoyrdu hetta, fóru tey út at taka hann, tí at tey søgdu: «Hann hevur mist vitið!» 22Og hinir skriftlærdu, sum vóru komnir oman frá Jerúsalem, søgdu: «Beelsebul er í honum!» og «Tað er við høvdinga hinna illu andanna hann rekur út illar andar.» 23Og hann kallaði teir til sín og segði til teirra í líknilsum: «Hvussu kann Sátan reka út Sátan? 24Og um eitt ríki er komið í ósemju við seg sjálvt, tá kann tað ríkið ikki standa við; 25og um eitt hús er komið í ósemju við seg sjálvt, tá man tað húsið ikki kunna standa við. 26Og um Sátan hevur sett seg upp ímóti sær sjálvum og er komin í ósemju við seg sjálvan, tá kann hann ikki standa við, men hann er fyri ongum. 27Men eingin kann fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan hann fyrst bindur hin sterka, og tá kann hann ræna hús hansara. 28Sanniliga sigi eg tykkum: Allar syndir skulu verða mannabørnunum fyrigivnar og allar spottanir, hvussu stórliga tey so munnu spotta; 29men tann, sum talar við spotti ímóti heilagum anda, fær onga fyrigeving um allar ævir; men hann skal vera sekur í æviligari synd.» 30Tí at teir søgdu: «Ein óreinur andi er í honum.»
Jesu rætta skyldfólk
31Og móðir hansara og brøður hansara koma, og tey stóðu uttanfyri og sendu boð inn til hansara, at tey vildu hitta hann. 32Og ein mannfjøld sat rundan um hann, og tey siga við hann: «Hygg, móðir tín og brøður tínir [og systrar tínar] eru uttanfyri og spyrja eftir tær!» 33Og hann svaraði teimum og segði: «Hvør er móðir mín og brøður mínir?» 34Og í tí hann hugdi rundan um seg at teimum, ið sótu runt íkring hann, sigur hann: «Sí, her er móðir mín og brøður mínir! 35Tí at hvør tann, ið ger Guðs vilja, hann er bróðir mín og systir og móðir.»

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy