YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Markus 2

2
Jesus grøðir giktsjúkan
1Og tá ið hann nakrar dagar seinni aftur fór inn í Kapernaum, spurdist tað, at hann var heima. 2Og mong komu saman, so at tey ikki rúmaðust longur, heldur ikki uttan fyri dyrnar, og hann talaði orðið til teirra. 3Og teir koma til hansara berandi við einum giktsjúkum manni, sum varð borin av fýra; 4og tá ið teir ikki kundu koma nær til hansara fyri mannfjøldini, rivu teir tekjuna av, har sum hann var, og brutu hol á og lótu seingina, sum hin giktsjúki lá í, síga niður. 5Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, sigur hann við hin giktsjúka: «Sonur mín, syndir tínar eru fyrigivnar!» 6Men nakrir av hinum skriftlærdu sótu har, og teir hugsaðu í hjørtum sínum: 7«Hví talar hesin maðurin so? Hann spottar Guð! Hvør kann fyrigeva syndir, uttan ein, tað er Guð?» 8Og í stundini kendi Jesus í anda sínum, at teir hugsaðu soleiðis við sær sjálvum, og sigur við teir: «Hví hugsa tit slíkt í hjørtum tykkara? 9Hvat er lættari at siga við hin giktsjúka: «Syndir tínar eru fyrigivnar!» ella at siga: «Statt upp, tak song tína og gakk?» 10Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørðini til at fyrigeva syndir» – sigur hann við hin giktsjúka: – 11«Eg sigi tær: Statt upp, tak song tína og far heim til tín sjálvs!» 12Og hann stóð upp og tók alt fyri eitt seingina og gekk út fyri alra manna eygum, so at øll vórðu frá sær sjálvum av bilsni og prísaðu Guði og søgdu: «Slíkt hava vit onga tíð sæð!»
Levi
13Og hann fór út aftur fram við vatninum, og øll mannamúgvan kom til hansara, og hann lærdi tey. 14Og sum hann kom gangandi framvið, sá hann Levi, son Alfeusar, sitandi við tollbúðina, og hann sigur við hann: «Fylg mær!» Og hann reisti seg upp og fylgdi honum. 15Og tað hendi, tá ið hann sat til borðs heima hjá honum, at eisini mangir tollarar og syndarar settu seg til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara; tí at teir vóru mangir, 16og eisini nakrir skriftlærdir millum Farisearanna fylgdu honum. Og tá ið teir sóu, at hann át saman við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærusveinar hansara: «Hvussu ber tað til, at hann etur og drekkur saman við tollarum og syndarum?» 17Og tá ið Jesus hoyrdi hetta, sigur hann við teir: «Ikki tarvast teimum heilsusterku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.»
Um tað at fasta
18Bæði lærusveinar Jóhannesar og Fariseararnir hildu føstu; og teir koma og siga við hann: «Hví fasta lærusveinar Jóhannesar og lærusveinar Farisearanna, meðan tínir lærusveinar ikki fasta?» 19Og Jesus segði við teir: «Munnu brúðmenninir kunna fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum. So leingi sum teir hava brúðgómin hjá sær, kunnu teir ikki fasta. 20Men dagar skulu koma, tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta á tí degi. 21Eingin seymar eina bót av ótøvdum vaðmali á eini gomul klæði; annars skræðir henda nýggja bótin meir burtur av tí gamla, og holið verður verri. 22Og eingin letur nýtt vín í gamlar leðurfløskur; annars spreingir vínið fløskurnar, og vínið fer til spillis og fløskurnar við. Men nýtt vín í nýggjar leðurfløskur!»
Jesus og hvíludagurin
23Og tað bar so til, at hann um hvíludagin gekk tvørtur um ein akur, og á veginum fóru lærusveinar hansara at slíta øks. 24Og Fariseararnir søgdu við hann: «Sí, hví gera teir um hvíludagin tað, sum ikki er loyviligt?» 25Og hann segði við teir: «Hava tit onga tíð lisið, hvat Dávid gjørdi, tá ið hann var neyðstaddur og hungraði, bæði hann sjálvur og teir, sum við honum vóru? 26hvussu hann fór inn í Guðs hús, meðan Abjatar var høvuðsprestur, og át sýnisbreyðini, sum tað ikki er nøkrum loyviligt at eta uttan prestunum, og gav eisini teimum, sum við honum vóru?» 27Og hann segði við teir: «Hvíludagurin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri hvíludagsins skuld. 28Tí er menniskjusonurin eisini hvíludagsins harri.»

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy