YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Markus 4

4
Líknilsið um sáðmannin
1Og hann tók undir aftur at læra úti við vatnið. Og ein óføra stór mannamúgva kemur saman um hann, so at hann noyddist at fara út í ein bát og setast har úti á vatninum; og øll mannamúgvan var inni á landi niðri við vatnið. 2Og hann lærdi tey mangt í líknilsum og segði við tey í læru síni: 3«Lýðið á! Sí, ein sáðmaður fór út at sáa. 4Og tað bar so til, í tí hann sáaði, at sumt sáðið fell fram við veginum, og fuglarnir komu og ótu tað upp; 5og sumt fell í gaddajørð, har sum tað ikki hevði nógva mold, og tað rann skjótt upp, við tað at har ikki var djúplent. 6Og tá ið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. 7Og sumt fell millum tornir, og tornirnar runnu upp og køvdu tað, og tað bar ikki ávøkst. 8Og sumt fell í góða jørð, og tað kom upp og vaks og bar ávøkst og gav av sær tríatifalt og sekstifalt og hundraðfalt.» 9Og hann segði: «Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!»
Jesus nýtir líknilsi
10Og tá ið hann varð einsamallur, spurdu teir, sum vóru um hann umframt teir tólv, hann um líknilsini. 11Og hann segði við teir: «Tykkum eru Guðs ríkis loyndarmál givin; men til teirra, ið uttanfyri eru, kemur alt í líknilsum, 12til tess at tey, tó at tey síggja, skulu síggja og ikki skilja, og tó at tey hoyra, skulu hoyra og ikki fata, so at tey aldri mega venda um og teimum verða fyrigivið.»
Líknilsið um sáðmannin
13Og hann sigur við teir: «Skilja tit ikki hetta líknilsið? Hvussu skulu tit tá vita øll hini líknilsini? 14Sáðmaðurin sáar orðið. 15Men hesi við vegin eru tey, har sum orðið verður sáað, og tá ið tey hava hoyrt tað, kemur Sátan við tað sama og tekur orðið burtur, sum var sáað í tey. 16Og somuleiðis hini, ið sáað eru í gaddajørð; tað eru tey, sum, tá ið tey hoyra orðið, straks taka ímóti tí við gleði; 17men tey hava ikki rót í sær, men halda bert á eina tíð; kemur tá trongd ella atsókn fyri orðsins skuld, taka tey sær meinboga í stundini. 18Og har eru onnur, ið sáað eru millum tornir; tað eru tey, sum hava hoyrt orðið, 19og verðsligar sorgir og ríkdómsins svikaráð og girndirnar eftir øllum øðrum treingja seg inn og køva orðið, og tað verður fruktaleyst. 20Men hini, sum sáað vóru í góða jørð, tað eru tey, ið hoyra orðið og taka við tí og bera ávøkst, tríatifalt og sekstifalt og hundraðfalt.»
Rætta móttøka orðsins
21Og hann segði við teir: «Man ljósið koma inn fyri at verða sett undir skeppumálið ella undir seingina? Man ikki fyri at verða sett í ljósastakan? 22Tí at ikki er nakað loynt, uttan fyri at koma upp; heldur ikki varð tað dult, uttan fyri at koma í ljósmála. 23Um onkur hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!» 24Og hann segði við teir: «Gevið gætur eftir, hvat tit hoyra. Við tí máli, sum tit mála, skal tykkum verða mált, og tit skulu eisini fáa umframt. 25Tí at tann, sum hevur, honum skal verða givið; og tann, sum ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur.»
Líknilsið um sáðið, ið grør
26Og hann segði: «Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið, sum tá ið ein maður hevur lagt sáð í jørðina, 27og svevur og fer upp nátt og dag, og sáðið sprettur og veksur høgt, hann veit ikki sjálvur hvussu; 28av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum. 29Men tá ið akurin er staðin, setir hann straks á akurskurðin, tí at heystið er komið.»
Líknilsið um sinopskornið
30Og hann segði: «Hvat skulu vit líkna Guðs ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram? 31Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; 32men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí.» 33Og í mongum slíkum líknilsum talaði hann orðið til teirra, soleiðis sum tey vóru før fyri at fata tað. 34Men uttan líknilsi talaði hann ikki til teirra, men einsæris legði hann alt út fyri sínum egnu lærusveinum.
Óveðrið á vatninum
35Og sama dagin, tá ið komið var at kvøldi, sigur hann við teir: «Latum okkum fara yvirum!» 36Og teir fara frá mannamúgvuni og taka hann við sær í bátin, sum hann var; men eisini aðrir bátar vóru í ferðini við honum. 37Og harðveður brast á, og aldurnar skolaðu inn í bátin, so at báturin var um at fyllast. 38Og sjálvur lá hann í bakskutinum og svav á einum kodda; og teir vekja hann og siga við hann: «Meistari, leggur tú ikki í, at vit ganga burtur?» 39Og hann fór upp og hótti at vindinum og segði við vatnið: «Tig, ver kvirt!» Tá makaði í vindinum, og tað varð blikalogn. 40Og hann segði við teir: «Hví eru tit so ræddir? Hava tit enn onga trúgv?» 41Og teir óttaðust stórliga og søgdu hvør við annan: «Hvør er tá hesin, at bæði vindur og vatn eru honum lýðin?»

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy