YouVersion Logo
Search Icon

Efesusbrævið 5

5
Verðið eftirfylgjarar Guðs í kærleika
1Verðið tí eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn, 2og livið í kærleika, líkasum eisini Kristus elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum til eina gávu og eitt offur, Guði til yndis anga.
Havið ongan lut í gerningum myrkursins
3Men ólevnað og alskyns óreinska ella ágirnd eiga ikki so mikið sum at verða nevnd tykkara millum, soleiðis sum tað sømir heilagum; 4og ikki heldur ófólkaligur atburður ella illavorðið tos ella leyslátað teiti, sum alt er ósømiligt, men heldur takkargerð! 5Tí at hetta vita tit og skyna tit, at eingin horkallur ella óreinur ella gírigur, sum er ein avgudadýrkari, hevur arv í ríki Krists og Guðs. 6Eingin villi tykkum við tómum orðum, tí at fyri slíkt kemur vreiði Guðs yvir børn ólýdnisins! 7Verðið tí ikki lagsmenn teirra! 8Tí at tit vóru áður myrkur, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins – 9tí at ávøkstur ljósins kemur fram í allari góðsku og rættlæti og sannleika – 10so at tit royna, hvat ið Harrin hevur tokka í. 11Og havið ongan lut í gerningum myrkursins, sum einki gott stendst av, men revsið teir heldur! 12Tí at tað, sum í loyndum verður gjørt av teimum, er tað ein skomm bert at tala um. 13Men alt tað, sum revsað verður, verður opinberað av ljósinum; tí at alt, sum opinberað verður, er ljós. 14Tí verður tað sagt: «Vakna, tú, sum svevur, og rís upp frá deyðum, og tá skal Kristus lýsa fyri tær!»
Skiljið Harrans vilja
15Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir, 16so at tit keypa hina lagaligu stundina, tí at dagarnir eru vándir. 17Verið tí ikki óskynsamir, men skiljið, hvat Harrans vilji er! 18Og drekkið tykkum ikki druknar í víni, sum førir óflýggjaskap við sær; men verðið fyltir av andanum, 19so at tit tala hvør til annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum og syngja og leika í hjarta tykkara fyri Harranum, 20og altíð siga Guði og faðirinum tøkk fyri allar lutir í navni várs harra Jesu Krists, 21og eru hvør øðrum undirgivnir í ótta Krists!
Um konurnar og um menninar í hjúnalaginum
22Konurnar skulu vera sínum egnu monnum undirgivnar eins og Harranum. 23Tí at maðurin er høvur konunnar, líkasum Kristus er høvur kirkjuliðsins, hann sum er frelsari likamsins. 24Men eins og kirkjuliðið er Kristi undirgivið, soleiðis skulu eisini konurnar vera monnum sínum undirgivnar í øllum lutum. 25Tit menn, elskið konur tykkara, líkasum eisini Kristus elskaði kirkjuliðið og gav seg sjálvan fyri tað, 26so at hann kundi halga tað við at reinsa tað í vatnbaðinum við orðinum, 27til tess at hann sjálvur kundi leiða kirkjuliðið fram fyri seg í dýrd, uttan blett ella rukku ella nakað av tílíkum, men so at tað kundi vera heilagt og lýtaleyst. 28Soleiðis eiga menninir at elska konur sínar eins og síni egnu likam. Tann, sum elskar konu sína, elskar seg sjálvan. 29Tí at eingin hevur á nøkrum sinni hatað sítt egna hold; men hann føðir tað og fjálgar um tað, eins og eisini Kristus ger við kirkjuliðið; 30tí at vit eru limir á likami hansara. 31Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold. 32Hetta loyndarmálið er stórt; men eg meini við Krist og kirkjuliðið. 33Men ið hvussu er, skulu eisini tit, og hvør fyri seg, elska sína egnu konu eins og seg sjálvan, og konan skal óttast mann sín.

Currently Selected:

Efesusbrævið 5: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy