YouVersion Logo
Search Icon

Efesusbrævið 6

6
Børn og foreldur, trælir og harrar
1Tit børn, lýðið foreldrum tykkara í Harranum; tí at tað er rætt. 2«Æra faðir tín og móður tína,» – hetta er hitt fyrsta boðið við fyrijáttan, – 3«fyri at tær má gangast væl, og tú mást liva leingi í landinum.» 4Og tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, men alið tey upp við aga og áminning Harrans! 5Tit tænarar, lýðið tykkara jørðisku húsbóndum við ótta og bivan í hjartans einfaldi tykkara, sum var tað Kristus; 6ikki við eygnatænastu eins og teir, ið vilja toknast monnum, men eins og tænarar Krists, so at tit gera vilja Guðs av hjarta, 7við tað at tit av góðum vilja gera tænastu, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum, 8av tí at tit vita, at hvat gott, sum ein og hvør ger, tað skal hann fáa aftur av Harranum, hvørt hann so er trælur ella frælsur. 9Og tit harrar, gerið tit tað sama móti teimum, so at tit lata av hóttum, við tað at tit vita, at bæði harri teirra og tykkara er í himlunum, og at tað hjá honum ikki verður gjørdur mannamunur.
Herklæði Guðs til orrustu móti óndum andaherliðum. Bøn
10Annars, verðið sterkir í Harranum og í veldis mátti hansara! 11Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins. 12tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum. 13Farið tí í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið. 14So standið tá gyrdir um lendar tykkara við sannleika og klæddir í brynju rættlætisins, 15og skøddir um føturnar við fúsleika til at boða gleðiboðskap friðarins; 16og havið í øllum førum trúarskjøldurin á lofti, sum tit kunnu vera førir fyri at sløkkja allar gløðandi ørvar frá hinum illa við; 17og takið hjálm frelsunnar og svørð andans, sum er Guðs orð, 18meðan tit við allari ákallan og bøn biðja eina og hvørja tíð í andanum og eru árvaknir til tess við øllum áhaldni og bøn fyri øllum hinum heilagu, 19og fyri mær við, at mær mega verða givin orð, tá ið eg lati upp munn mín, til at boða við treysti loyndardómin í gleðiboðskapinum, 20sum eg eri sendiboð fyri í leinkjum, at eg má tala við frímóði um hann, soleiðis sum eg eigi at tala.
Týkíkus skal siga frá viðurskiftum Paulusar
21Men fyri at tit eisini kunnu fáa at vita um viðurskifti míni, hvussu mær veit við, so skal Týkíkus, hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin í Harranum, greiða tykkum frá øllum; 22hann havi eg sent til tykkara beint av teirri grund, at tit skulu fáa at vita, hvussu standurin er hjá okkum, og at hann kann ugga hjørtu tykkara.
Friðarheilsan
23Friður veri við brøðrunum og kærleiki við trúgv frá Guði faðir og Harranum Jesusi Kristi! 24Náðin veri við øllum, sum elska harra váran, Jesus Krist, við óforgongiligum kærleika!

Currently Selected:

Efesusbrævið 6: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy