YouVersion Logo
Search Icon

Dómarabókin 1

1
Yvirlit yvir búseting ættanna
1Eftir andlát Jósva gingu Ísraelsmenn at leita ráð við Harran og søgdu: «Hvør okkara skal fyrstur fara niðan ímóti Kánáanitum at berjast við teir?» 2Harrin svaraði: «Tað skal Júda; sí, eg gevi landið upp í hendur hansara.» 3Júda mælti tá við Símeon, bróður sín: «Kom við mær niðan í arvalut mín og latum okkum báðar berjast móti Kánáanitum; síðan skal eisini eg koma við tær inn í arvalut tín.» Símeon fór tá við honum.
4Júda fór nú niðan, og Harrin gav Kánáanitar og Perezitar upp í hendur teirra, so at teir vógu teir í Bezek – tíggju túsund mans. 5Í Bezek komu teir fram á Ádoni-Bezek og bardust við hann og bóru sigur av Kánáanitum og Perezitum. 6Men Ádoni-Bezek flýddi; teir hildu tá aftan á hann; og tá ið teir høvdu fingið hann aftur, høgdu teir tumlar og stórutær av honum. 7Tá mælti Ádoni-Bezek: «Sjeyti kongar við avhøgdum tumlum og stórutóm vóru vanir at henta upp molar undir borði mínum; eins og eg havi gjørt, endurgeldur Guð mær nú.» Síðan tóku teir hann við sær til Jerúsalem, og har doyði hann. 8Júdamenn herjaðu á Jerúsalem og tóku hana, vógu íbúgvar hennara við svørði og settu eld á borgina.
9Síðan fóru Júdamenn í bardaga móti Kánáanitum, ið búðu á fjallalandinum, á suðurlandinum og á láglendinum. 10Og Júda fór móti Kánáanitum, ið búðu í Hebron; Hebron æt áður Kirjat-Arba. Og teir vógu Sjesjai, Áhiman og Talmai. 11Haðan fór hann móti íbúgvum Debirs; Debir æt áður Kirjat-Sefer. 12Tá mælti Káleb: «Tann, sum vegur Kirjat-Sefer og tekur hana, honum gevi eg Aksu, dóttur mína, til konu.» 13Og tá ið Otniel Kenazson, yngri bróðir Kálebs, tók borgina, gav hann honum Aksu dóttur sína til konu. 14Men tá ið hon skuldi fara heim við honum, eggjaði hann henni til at biðja faðir sín um jørð; hon fór tá niður aftur av asnanum; og Káleb spurdi hana: «Hvat vilt tú?» 15Hon svaraði honum: «Gev mær einahvørja heimanfylgju. Tá ið tú hevur gift meg burtur til hitt turra suðurlandið, mást tú eisini geva mær vatnbrunnar.» Tá gav Káleb henni ovaru og niðaru brunnar.
16Synir Hóbabs Kenita, ið var verfaðir Mósesar, fóru saman við Júdamonnum niðan úr Pálmaborgini og búsettust í oyðimørkini Árad hjá Ámalekitum. 17Júda fór við Símeoni, bróður sínum; og teir vógu Kánáanitarnar, sum búðu í Zefat, og bannførdu borg teirra; tí varð hon kallað Horma. 18Og Júda legði undir seg Gaza og landaøki hennara og Askalon og landaøki hennara og Ekron og landaøki hennara. 19Og Harrin var við Júda, so at hann legði fjallalandið undir seg; men teir, ið búðu á slættlendinum, fekk hann ikki rikið burtur, av tí at teir høvdu jarnvagnar. 20Kálebi góvu teir Hebron, eins og Móses hevði boðið; og hann rak burt haðan synir Ánaks tríggjar. 21Men Jebusitar, sum búðu í Jerúsalem, fingu Júdamenn ikki rikið út; tí búgva Jebusitar enn í dag í Jerúsalem millum Júdamenn.
22Eisini ætt Jósefs fór í hernað móti Betel; og Harrin var við teimum. 23Og ættarmenn Jósefs sendu njósnarar til Betel; borgin æt áður Luz; 24men tá ið njósnararnir sóu mann, sum kom út úr borgini, søgdu teir við hann: «Vís okkum á inngongdina í borgini, so munnu vit sýna tær miskunn.» 25Tá vísti hann teimum á inngongdina inn í borgina. Tá oyddu teir borgina við svørði; men mannin og alt húsfólk hansara lótu teir sleppa burtur. 26Maðurin fór til Hetitalands og bygdi har borg, sum hann kallaði Luz, og soleiðis eitur hon enn í dag.
27Og Manasse rak ikki íbúgvarnar í Bet-Sjean og bygdum hennara burtur, og í Táanak og bygdum hennara, og íbúgvarnar í Dór og bygdum hennara, og íbúgvarnar í Jibleam og bygdum hennara og íbúgvarnar í Megiddo og bygdum hennara. Kánáanitum eydnaðist tað at verða búgvandi í hesum landslutum. 28Men tá ið Ísraelsmenn megnaðust, gjørdu teir sær Kánáanitarnar vinnuskyldigar, men róku teir ikki fullkomiliga burtur.
29Og Efraimitar fingu ikki rikið Kánáanitarnar, sum búðu í Gezer, burtur; tí búgva Kánáanitar millum teirra í Gezer. 30Zebulon rak ikki íbúgvarnar í Kitron og íbúgvarnar í Náhálol burtur, tí hildu Kánáanitar áfram at búgva millum teirra og vórðu teimum vinnuskyldigir.
31Ásjer rak ikki íbúgvarnar í Akko burtur, ikki heldur íbúgvarnar í Zidon og í Máhálab, Akzib, Áfik og í Rehob, 32tí búðu Ásjeritar millum Kánáanita teirra, ið frammanundan búðu í landinum, tí at teir høvdu ikki rikið teir burtur.
33Naftali rak ikki íbúgvarnar í Bet-Sjemesj burtur, ikki heldur íbúgvarnar í Bet-Ánat, og búsettist millum teir Kánáanitar, ið búðu í landinum frammanundan; men íbúgvarnir í Bet-Sjemesj og íbúgvarnir í Bet-Ánat vórðu teimum vinnuskyldigir.
34Ámoritar trongdu Dánitarnar niðan í fjøllini og loyvdu teimum ikki at koma oman á slætt. 35Soleiðis eydnaðist tað Ámoritum at verða búgvandi í Har-Heres, Ajjalon og í Sjáalbim; men tá ið ætt Jósefs megnaðist, gjørdust teir henni vinnuskyldigir.
36Landamark Edómita gekk frá Sporðdrekaskarðinum til Sela og niðan frá Homrunum.

Currently Selected:

Dómarabókin 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy