YouVersion Logo
Search Icon

Dómarabókin 2

2
Eingil Harrans talar
1Og eingil Harrans kom frá Gilgal til Betel. Og hann mælti: «Eg leiddi tykkum úr Egyptalandi og førdi tykkum inn í tað landið, sum eg svór fedrum tykkara; og eg segði: Eg skal um allar ævir ikki slíta sáttmála mín við tykkum! 2Men tit mega ikki gera sáttmála við íbúgvarnar í hesum landi; heldur skulu tit bróta niður altar teirra. Men tit lýddu ikki rødd míni; hví gjørdu tit hetta? 3Tí sigi eg nú: Eg vil ikki reka teir undan tykkum, men teir skulu verða broddar í síðum tykkara, og gudar teirra skulu verða tykkum snerra!» 4Tá ið eingil Harrans hevði mælt hesum orðum til allar Ísraelsmenn, skar fólkið í grát. 5Tí kallaðu teir henda stað Bókim. Síðan bóru teir Harranum fram offur.
Yvirlit yvir dómaratíðina
6Eftir hetta læt Jósva fólkið fara frá sær; og Ísraelsmenn snúðust heim aftur hvør á sín arvalut til tess at ogna sær landið. 7Og fólkið tænti Harranum allar ævidagar Jósva, og so leingi sum hinir elstu vóru á lívi, sum livdu eftir Jósva, og sum høvdu sæð allar tær kraftargerðir, ið Harrin hevði gjørt fyri Ísrael. 8Og Jósva Nunsson, tænari Harrans, doyði eitt hundrað og tíggju ára gamal. 9Teir jarðaðu hann í arvaluti hans í Timnat-Heres á Efraims fjøllum fyri norðan Gáasj fjallið. 10Men tá ið alt tað ættarliðið hevði savnast hjá fedrum sínum, og annað ættarlið var komið í staðin, ið hvørki kendi Harran ella tey verk, sum hann hevði gjørt fyri Ísrael, 11tá fóru Ísraelsmenn at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans, og tæntu Báalunum. 12Teir sviku Harran, Guð fedra teirra, sum hevði leitt teir út úr Egyptalandi, og eltu aðrar gudar, gudar, sum grannatjóðirnar høvdu; teimum fullu teir til kníggja og reittu soleiðis Harran. 13Teir sviku Harran og dýrkaðu Báal og Ástartur. 14Tá tók bræði Harrans at brenna móti Ísrael; og hann gav teir upp í ránsmanna hendur, ið rændu teir; hann læt teir upp í hendur fígginda teirra, so at teir ikki kundu standast móti fíggindum sínum. 15Hvar teir so fóru, var hond Harrans móti teimum til ógævu, eins og Harrin hevði sagt og svorið teimum. Soleiðis trongdi hann teir illa. Men tá ið teir rópaðu til Harrans um hjálp 16vakti hann upp dómarar, ið bjargaðu teimum undan ránsmanna valdi. 17Heldur ikki dómarum sínum lýddu teir, men drivu hor við øðrum gudum og tilbóðu teir. Brátt viku teir av tí vegi, sum fedrar teirra høvdu gingið í lýdni móti boðorði Harrans; til teirra bregðaðu teir ikki. 18Men hvørja ferð Harrin vakti teimum upp dómarar, var Harrin við dómaranum og bjargaði teimum undan valdi fígginda teirra, so leingi dómarin var á lívi, tí at Harrin harmaðist um teir, tá ið teir eymkaðu seg undan teimum, ið trongdu og kúgaðu teir. 19Men so skjótt sum dómarin var deyður, vórðu teir aftur verri enn fedrar teirra til at elta aðrar gudar og dýrka og tilbiðja teir. Teir lættu ikki av illu gerðum sínum og sínum tvørsinta atburði.
20Tá tendraðist vreiði Harrans móti Ísrael; og hann segði: «Av tí at hetta fólkið hevur slitið sáttmála mín, sum eg gjørdi við fedrar teirra, og ikki hevur lýtt rødd míni, 21vil eg ikki longur reka undan teimum nakra av teimum tjóðum, ið Jósva læt vera eftir, tá ið hann andaðist, 22til tess at eg við teimum kann royna Ísrael, um teir vandaliga vilja ganga leiðir Harrans eins og fedrar teirra, ella ikki.» 23Soleiðis læt Harrin hesar tjóðir verða búgvandi í friði og rak tær ikki burtur brádliga og gav tær ikki upp í hendur Jósva.

Currently Selected:

Dómarabókin 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy