YouVersion Logo
Search Icon

Jósvabók 3

3
Ferðin yvir Jórdan
1Snimma morgunin eftir búðist Jósva til ferðar, og teir fóru avstað úr Sjittim og komu at Jórdan, hann og allir Ísraelsmenn; har dvaldust teir um náttina, áður enn teir fóru yvirum. 2Men tá ið teir tríggir dagarnir vóru at enda, fóru tilsjónarmenninir um allar herbúðirnar 3og buðu fólkinum: «Tá ið tit síggja sáttmálaørk Harrans, Guðs tykkara, og Levitaprestarnar bera hana, tá skulu tit fara úr staði tykkara og ganga aftan á hana; 4men millum tykkara og hennar skulu vera um tvey túsund alnir; ikki mega tit koma tætt at henni – til tess at tit mega vita, hvønn veg tit eiga at ganga, tí at tit hava ongantíð gingið har áður.» 5Tá segði Jósva við fólkið: «Halgið tykkum, tí at í morgin fer Harrin at gera undurverk tykkara millum!» 6Og við prestarnar segði Jósva: «Takið sáttmálaørkina og farið yvirum undan fólkinum!» Og teir tóku sáttmálaørkina og gingu undan fólkinum. 7Men Harrin segði við Jósva: «Í dag fari eg undir at gera teg til stórmenni í eygum alra Ísraelita, so at teir mega vita, at eg eri við tær, eins og eg var við Mósesi. 8Men bjóða nú prestunum, ið bera sáttmálaørkina, og sig: Tá ið tit koma at áarbakka Jórdans, skulu tit steðga har.» 9Tá segði Jósva við Ísraelsmenn: «Komið higar og hoyrið orð Harrans, Guðs tykkara!» 10Og Jósva mælti: «Av hesum skulu tit sanna, at livandi Guð er tykkara millum, og at hann vil reka undan tykkum Kánáanitar og Hetitar, Hivitar, Perezitar, Girgasjitar, Ámoritar og Jebusitar: 11Sí, sáttmálaørk hans, ið valdar øllum londum, skal fara undan tykkum gjøgnum Jórdan. 12Veljið tykkum nú tólv mans úr ættum Ísraels, ein úr hvørji ætt. 13Og so skjótt sum prestarnir, ið bera sáttmálaørk Harrans, ið valdar øllum londum, stíga út í Jórdan, man vatnið í Jórdan skiljast sundur, soleiðis at tað vatnið, sum kemur omaneftir, verður standandi eins og veggur.» 14Fólkið helt nú avstað úr herbúðum sínum til tess at fara yvir um Jórdan, og prestarnir, ið bóru sáttmálaørkina, gingu undan fólkinum. 15Og tá ið teir, sum bóru ørkina, komu at Jórdan, og í tí prestarnir, sum bóru ørkina, stigu útí – floymdi Jórdan yvir allar bakkar alt heystið – 16tá steðgaði vatnið, sum kom omaneftir, og varð standandi eins og veggur langt, langt uppi, við Ádam, ein borg nærindis Záretan; men vatnið, sum rann omaneftir móti Árábahavinum ella Salthavinum, tað rann alt burtur. Og fólkið fór yvirum beint áraka Jeriko. 17Men prestarnir, ið bóru sáttmálaørk Harrans, vórðu standandi á turrum mitt í Jórdan, meðan allir Ísraelsmenn fóru yvirum eftir turrum, til alt fólkið var komið yvir um Jórdan.

Currently Selected:

Jósvabók 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy