YouVersion Logo
Search Icon

Jósvabók 2

2
Njósnararnir og Ráhab
1Jósva Nunsson sendi tá loyniliga út úr Sjittim tveir menn til at njósna og segði við teir: «Farið og kannið landið og serstakliga Jeriko!» Teir fóru tá avstað og komu inn hjá eini skøkju, Ráhab at navni, og har gistu teir. 2Kongurin av Jeriko fekk tá hesi boð: «Sí, higar eru komnir á nátt nakrir Ísraelitar til at kanna landið!» 3Tá sendi kongurin av Jeriko Ráhabi hesi boð: «Gev okkum menninar, ið til tín eru komnir, tí at teir eru komnir til at kanna alt landið!» 4Men konan tók báðar menninar og krógvaði teir og segði: «Satt er tað, at menninir komu til mín, men ikki visti eg, hvaðan teir vóru; 5og tá ið borgarliðið skuldi lokast í skýmingini, rýmdu menninir; ikki veit eg, hvar teir fóru; men haldið sum skjótast aftan á teir, so fáa tit teir aftur!» 6Men hon hevði leitt teir upp á tekjuna og krógvað teir har undir línurtarleggjum, ið út lógu breiddir á tekjuni. 7Menninir hildu so aftan á teir á Jórdanvegnum oman at vaðunum; og borgarliðið varð afturlatið, so skjótt sum eltararnir vóru komnir útum. 8Men áður enn báðir menninir vóru farnir til hvíldar, kom hon upp á takið til teirra 9og segði við teir: «Eg veit, at Harrin hevur givið tykkum landið, ræðsla fyri tykkum er komin yvir okkum, og allir íbúgvar landsins ræðast tykkum; 10tí at vit hava frætt, hvussu Harrin turkaði upp fyri tykkum vatnið í Reyðahavinum, tá ið tit fóru úr Egyptalandi, og hvussu tit hinumegin Jórdan fóru við báðum Ámoritakongunum Sihoni og Og, sum tit avoyddu med alla. 11Tá ið vit hoyrdu tað, bilaði okkum øllum hugur og hjarta av ótta fyri tykkum, tí at Harrin, Guð tykkara, er Guð bæði har uppi á himnum og her niðri á jørð. 12Men svørjið mær nú við Harran, at tit vilja miskunna ættarkyni mínum, eins og eg miskunnaði tykkum, og berið mær prógv um, 13at tit vilja lata mær faðir og móður, brøður og systrar og alt húski teirra vera á lívi, og at tit vilja bjarga okkum undan deyðanum!» 14Menninir svaraðu henni: «Vit leggja lívið við fyri tykkum, um bert tit ikki siga frá ørindum okkara; og tá ið Harrin gevur okkum hetta landið, skulu vit sýna tykkum miskunn og trúfesti.» 15Tá læt hon teir síga niður í reipi út um gluggan; tí at hús hennara stóð tætt við borgargarðin og var bygt áfast við hann, 16og hon segði við teir: «Haldið til fjals, so at teir, sum leita eftir tykkum, ikki koma fram á tykkum, og krógvið tykkum har í tríggjar dagar, til teir eru afturkomnir. Síðan mega tit fara leið tykkara.» 17Menninir svaraðu henni: «Á henda hátt skulu vit halda tann eið, sum tú lætst okkum svørja tær: 18Sí, tá ið vit koma inn í landið, skalt tú binda henda reyða tráðin í gluggan tann, sum tú seigst okkum út um; og faðir tín og móður og brøður tínar og alla ætt faðirs tíns skalt tú savna til tín í hús títt. 19Men um einhvør fer út fyri húsdyr tínar, tá skal blóð hansara koma oman yvir hann sjálvan, og vit skulu vera sakleysir, men verður hond løgd á einhvønn inni í húsi tínum, tá skal blóð hansara verða kravt av okkum! 20Men um tú sigur frá ørindum okkara, tá skulu vit vera leysir við tann eið, sum tú lætst okkum svørja tær!» 21Hon svaraði: «Verði svá, sum tit siga!» Síðan læt hon teir fara avstað og bant reyðan tráð í gluggan. 22Teir hildu tá til fjals og vórðu verandi har í tríggjar dagar, til teir, sum eltu teir, vóru afturkomnir. Eltararnir høvdu leitað á øllum vegnum, men einki funnið. 23Og báðir menninir vendu heim aftur; og tá ið teir vóru komnir niður av fjallinum og farnir yvir um ánna, komu teir til Jósva Nunssonar og søgdu honum frá øllum, sum teimum hevði verið fyri. 24Og teir søgdu við Jósva: «Harrin hevur givið alt landið upp í okkara hendur; allir íbúgvar landsins kvíða í ræðslu fyri okkum.»

Currently Selected:

Jósvabók 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy