YouVersion Logo
Search Icon

Galatabrævið 6

6
Berið byrðar hvør hjá øðrum
1Brøður! Um ein maður skuldi komið fyri einahvørja misgerð, tá hjálpið tit, sum andligir eru, honum til rættis við spakføris anda; men hygg um teg sjálvan, at ikki tú eisini skalt verða freistaður! 2Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists. 3Tí at um einhvør tykist at vera nakað, tó at hann einki er, tá svíkur hann seg sjálvan. 4Men ein og hvør skal rannsaka sítt egna verk, og tá skal hann hava rós eina eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er. 5Tí at ein og hvør skal bera sína egnu byrði.
Góðvild móti orðsins lærarum og móti øllum
6Men tann, sum verður upplærdur í orðinum, skal geva tí, sum upplærir hann, lut við sær í øllum góðum. 7Villist ikki! Guð letur seg ikki spotta; tí at tað, sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta. 8Tí at tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta týning; men tann, sum sáar í andanum, skal av andanum heysta ævigt lív. 9Men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast. 10Latum okkum tá, eftir tí sum vit hava føri til, gera øllum gott og helst trúarfeløgum okkara!
Síðsta ávaring móti falslærarum
11Hyggið, við hvussu stórum bókstøvum eg skrivi til tykkara við míni egnu hond! 12Allir teir, sum vilja síggja væl út í holdinum, teir noyða tykkum til at lata tykkum umskera, bert fyri at teir ikki skulu verða forfylgdir fyri Krists kross skuld; 13tí at tað er minni enn so, at teir sum umskornir eru, sjálvir halda lógina; men teir vilja, at tit skulu verða umskornir, fyri at teir kunnu rósa sær av holdi tykkara. 14Men tað veri langt frá mær at rósa mær av øðrum enn av krossi várs harra Jesu Krists; tí at fyri hansara skuld er heimurin krossfestur fyri mær og eg fyri heiminum. 15Tí at hvørki er umskering nakað ella yvirhúð, men eina nýggjur skapningur. 16Og yvir øllum teimum, sum ganga eftir hesi reglu, veri friður og miskunn, og yvir Guðs Ísrael!
Orð til endans
17Hereftir geri eingin mær ónáðir! tí at eg beri merki Jesu á likami mínum. 18Náði várs harra Jesu Krists veri við anda tykkara, brøður! Amen.

Currently Selected:

Galatabrævið 6: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy