YouVersion Logo
Search Icon

Galatabrævið 5

5
Annaðhvørt Kristusfrælsi ella lógartrældóm
1Til frælsis hevur Kristus fríað okkum. Standið tí fastir og latið teir ikki aftur fáa tykkum inn undir trældóms ok! 2Sí eg, Paulus, sigi tykkum, at um tit lata tykkum umskera, tá gagnar Kristus tykkum einki. 3Og eg vitni uppaftur fyri hvørjum manni, sum letur seg umskera, at hann er skyldigur til at halda alla lógina. 4Tit, sum vilja verða rættvísgjørdir við lóg, tit eru skildir frá Kristi, tit eru falnir úr náðini. 5Tí at av trúgv vænta vit í andanum rættferðar vón. 6Tí at í Kristi Jesusi hevur hvørki umskering ella yvirhúð nakað at týða, men trúgv, sum er virksom í kærleika.
Paulus hóttir falslærararnar
7Tit runnu væl; hvør hevur forðað tykkum í at vera sannleikanum lýdnir? 8Henda yvirtalan er ikki frá honum, sum kallaði tykkum. 9Lítið súrdeiggj súrgar alt deiggið. 10Eg havi tað treystið til tykkara í Harranum, at nakað annað ikki verður tykkum í huga. Men tann, sum villir tykkum, skal fáa dóm sín at bera, hvør hann so er. 11Men eg, brøður, um eg enn prædiki umskering, hví verði eg tá enn forfylgdur? Tá er jú meinbogi krossins tikin burtur. 12Gævi, at teir, sum øsa tykkum upp, høvdu limlestað seg sjálvar!
Kristusfrælsi gevur ikki loyvi at synda; minnist kærleikan
13Tí at tit, brøður, vórðu kallaðir til frælsis; nýtið bert ikki frælsið sum høvi fyri holdið; men tænið hvør øðrum í kærleika. 14Tí at øll lógin er uppfylt við einum orði, við hesum: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.» 15Men um tit bítast og eta hvør annan, tá varið tykkum, at tit ikki týnast hvør av øðrum!
Andin móti holdinum. Holdsins ávøkstur og andans
16Men eg sigi: Gangið fram í andanum, og tá skulu tit als ikki fullføra girnd holdsins. 17Tí at holdið girnast móti andanum, og andin móti holdinum; tí at hesi standa hvørt móti øðrum, fyri at tit ikki skulu gera tað, sum tit vilja. 18Men um tit verða leiddir av andanum, tá eru tit ikki undir lógini. 19Men holdsins verk eru opinlýs, og tey eru: ólevnað, óreinskapur, ólíkligskapur, 20skurðgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, meinhugi, vreiði, illfýsni, tvídráttur, ósemja, 21øvund, drykkjuskapur, fyllskapur og annað tílíkt; og um hetta sigi eg tykkum frammanundan, líkasum eg áður havi sagt, at teir, sum slíkt gera, skulu ikki arva Guðs ríki. 22Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald. 23Móti slíkum er lógin ikki. 24Men tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, tey hava krossfest holdið við lystunum og girndunum. 25Um vit liva í andanum, tá latum okkum eisini ganga fram í andanum! 26Latum okkum ikki tráa eftir fáfongdari æru, so at vit erta hvør annan og øvunda hvør annan.

Currently Selected:

Galatabrævið 5: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy