YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Timoteusarbrævið 4

4
Falslærarar og fráfall í framtíðini
1Men andin sigur beinan vegin, at í komandi tíðum skulu summir falla frá trúnni og halda sær at villandi andum og lærdómum av illum andum 2við falslæti av lygilærarum, sum eru brennimerktir í síni egnu samvitsku, 3teir sum seta forboð fyri at giftast og bjóða monnum at halda sær frá tí mati, sum Guð hevur skapað til tess, at hann skal verða tikin ímót við takksemi av teimum, sum trúgva og hava fingið sannleikan at kenna. 4Tí at allur skapningur Guðs er góður, og einki er at kasta burtur, tá ið tað verður tikið ímót við takksemi; 5tí at tað verður halgað við Guðs orði og bøn.
Timoteus skal ávara mót fráfalli og venja seg til gudsótta
6Tá ið tú heldur hesum fram fyri brøðrunum, ert tú ein góður Krists Jesu tænari, við tað at tú elst upp við orðunum av trúnni og hini góðu læruni, sum tú hevur fylgt. 7Men havna tú vanheilagum kellinga ævintýrum, men ven heldur teg sjálvan til gudsótta! 8Tí at hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið, men gudsóttin er nyttuligur til allar lutir, við tað at hann hevur fyrijáttan bæði fyri hetta lív og fyri hitt komandi. 9Tað orðið er satt og allar staðir tess vert, at tikið verður við tí. 10Tí at fyri tess skuld tola vit bæði møði og stríð, av tí at vit hava sett vón okkara á hin livandi Guð, sum er frelsari hjá øllum menniskjum, mest hjá teimum, sum trúgva. 11Bjóð tú hetta og lær tað!
Timoteus skal vera fyrimynd hjá teimum
12Lat ongan vanvirða teg fyri ungdóm tín, men ver tú ein fyrimynd teirra, sum trúgva, í orði, í atferð, í kærleika, í trúgv, í reinleika. 13Legg tær, inntil eg komi, eina við upplestrinum, áminningini, læruni! 14Vanrøk tú ikki náðigávuna, sum í tær er, sum varð tær givin samsvarandi profetaorðum við handaálegging hinna elstu. 15Hugsa um hetta, liv í hesum, fyri at framgongd tín má vera øllum kunnug! 16Gev gætur eftir tær sjálvum og eftir læruni; halt á við tí; tí at tá ið tú gert tað, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy