YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Timoteusarbrævið 3

3
Forskriftir fyri umsjónarmenn
1Tað er eitt satt orð: Um einhvør tráar eftir umsjónarembæti, tá er tað ein vakur gerningur, sum hann hevur hug til. 2Ein umsjónarmaður eigur tí at vera óatfinnandi, einar konu maður, fráhaldandi, hóvsamur, høviskur, gestablíður, dúgligur at læra onnur, 3ikki tráur eftir víni, ikki eftir bardøgum, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagrammur; 4maður, sum stendur væl fyri sínum egna húsi, sum heldur børnum sínum í lýdni við øllum sóma – 5um einhvør ikki hevur skil á at standa fyri sínum egna húsi, hvussu skal hann tá kunna hava umsorgan fyri kirkjuliði Guðs? – 6ikki nýggjur í trúnni, fyri at hann ikki skal verða hástórur og falla inn undir dóm djevulsins. 7Men hann eigur eisini at hava gott ummæli hjá teimum, sum eru uttanfyri, til tess at hann ikki skal verða fyri háð og falla í snerru djevulsins.
Forskriftir fyri kirkjuliðstænarar
8Somuleiðis eiga kirkjuliðstænarar at verða siðaðir, ikki tvítungutir, ikki tráir eftir nógvum víni, ikki hugaðir eftir ljótum vinningi, 9og skulu teir hava loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku. 10Men eisini hesir skulu fyrst verða royndir, síðan skulu teir veita tænastu í kirkjuliðinum, um teir eru ólastandi. 11Somuleiðis eiga konur at vera siðaðar, ikki baktalandi, fráhaldandi, trúgvar í øllum lutum. 12Kirkjuliðstænarar skulu vera einar konu menn og standa væl fyri børnum sínum og sínum egnu húsum. 13Tí at teir, sum væl hava tænað kirkjuliðinum, vinna sær sjálvum eina góða støðu og mikið treyst í trúnni á Krist Jesus.
Trúgv kirkjuliðsins
14Hetta skrivi eg til tín, tó at eg vóni brátt at koma til tín, 15fyri at tú skalt vita, um eg skuldi verið tarnaður, hvussu tað eigur at vera farið fram í Guðs húsi, sum er kirkjulið hins livandi Guðs, stólpi og grundvøllur sannleikans. 16Og eyðvitað er loyndardómur gudsóttans mikil: Hann, sum varð opinberaður í holdi, varð rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, boðaður heidninga millum, trúgvin í heimi, tikin upp í dýrd.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy