YouVersion Logo
Search Icon

Hitt fyrra almenna bræv Pæturs 5

5
Pætur áminnir teir elstu, teir ungu og øll at vera eyðmjúk og vakin
1Hinum elstu tykkara millum áminni eg sum samelsti og vitni um líðingar Krists, sum eisini skal fáa lut í teirri dýrd, sum skal verða opinberað. 2Røktið tað Guðs fylgið, sum er hjá tykkum og havið umsjón við tí, ikki treyðir, men hugaligir, eftir Guðs vilja; heldur ikki fyri ósømiligan vinning, men av góðum huga; 3ikki heldur soleiðis, at tit vilja ráða yvir kirkjuliðunum, men soleiðis, at tit verða fyrimynd fyri fylginum; 4og tá skulu tit, tá ið yvirhirðin verður opinberaður, fáa hin ófølnandi krans dýrdarinnar. 5Somuleiðis tit ungu, verið teimum eldru undirbrotlig; og klæðist øll í lítillæti hvør móti øðrum, tí at Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði. 6Eyðmýkið tykkum tí undir Guðs veldigu hond, fyri at hann á sínum tíma má upphevja tykkum. 7Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum. 8Verið ódruknir, vakið! Mótstøðumaður tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa. 9Standið honum ímót, treystir í trúnni, við tað at tit vita, at tær somu líðingar henda brøður tykkara um allan heimin.
Ynski um Guðs styrki; heilsan
10Men Guð alrar náðar, sum kallaði tykkum til sína ævigu dýrd í Kristi Jesusi, aftan á líðing eina stutta tíð, hann skal sjálvur gera tykkum fulldugandi, menna, styrkja, grundfesta tykkum. 11Hansara er mátturin um aldur og allar ævir. Amen. 12Við Silvanusi, hinum trúfasta bróður, – tí at tað haldi eg hann vera – havi eg skrivað stutt til tykkara fyri at minna á og vitna, at hetta er Guðs sanna náði, sum tit standa í. 13Hin samútvalda (t.e. systurkirkjan) í Bábylon heilsar tykkum og líkaleiðis Markus, sonur mín. 14Heilsið hvør øðrum við kærleiks kossi. Friður veri við tykkum øllum, sum eru í Kristi!

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy