YouVersion Logo
Search Icon

Hitt fyrra almenna bræv Pæturs 4

4
Lív, ikki eftir holdinum, men eftir Guðs vilja
1Við tað at nú Kristus hevur liðið í holdinum, tá vápnið eisini tit tykkum við tí sama sinnalagi, tí at tann, sum hevur liðið í holdinum, er hildin uppat við synd; 2so at tit ikki longur skulu liva ta tíðina, sum eftir er, í holdinum eftir mannagirndum, men eftir Guðs vilja. 3Tí at tað er nóg mikið í teirri tíðini, sum farin er, at hava gjørt heidninganna vilja, tá ið tit livdu í ósiðum, girndum, fyllskapi, óhógvi, drykkjuskapi og skammiligari skurðgudadýrkan; 4og tess vegna undrast teir á, at tit ikki leypa við teimum út í hitt sama skammloysis díkið, og teir spotta; 5men teir skulu gera roknskap fyri honum, sum er búgvin at døma livandi og deyð. 6Tí at til tess var gleðiboðskapurin boðaður eisini fyri deyðum, fyri at tey væl skulu verða dømd á manna vísi í holdi, men liva á Guðs vísi í anda.
Lív í kærleika hvør móti øðrum, trúgvir móti Guðs náðigávum
7Men endin á øllum lutum er í nánd; verið tí vaknir og ódruknir til bønir! 8Fram um alt havið inniligan kærleika hvør til annan; tí at kærleiki fjalir fjøld av syndum; 9verið gestablíðir hvør móti øðrum uttan meinskan. 10Eftir sum ein og hvør hevur fingið eina náðigávu, so tænið hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir Guðs margfaldu náði. 11Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má verða æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir. Amen.
Líðing fyri Krist
12Elskaðu tit! Undrist ikki á tann eldin, sum er komin millum tykkara til roynslu tykkara, sum at tykkum hendi nakað undarligt; 13men tit skulu heldur gleða tykkum í sama muni, sum tit hava lut í líðingum Krists, fyri at tit eisini kunnu gleðast og fegnast við hansara dýrdar opinbering. 14Um tit verða háðaðir fyri Krists navns skuld, tá eru tit sælir, tí at andi dýrdarinnar og andi Guðs hvílir yvir tykkum. 15Tí at eingin av tykkum má líða sum manndrápari ella tjóvur ella illgerðarmaður ella sum ein, ið fer upp í tað, sum øðrum kemur við. 16Men um hann líður, av tí at hann er kristin maður, tá skal hann ikki skammast, men heldur prísa Guði fyri hetta navnið.
Dómurin er nær
17Tí at nú er tíðin komin, til at dómurin skal byrja við Guðs húsi; men byrjar hann fyrst við okkum, hvat fer tá endin at verða á teimum, sum eru ólýðin móti gleðiboðskapi Guðs? 18Og um tað er við ítastu neyð, at hin rættvísi verður bjargaður, hvat man tá fara at verða úr hinum gudleysa og syndaranum? 19Tí skulu eisini tey, sum líða eftir Guðs vilja, líta sálir sínar til hin trúfasta skaparan, meðan tey halda fram við at gera tað, sum gott er.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy